B71 hevur takið á AB

B71 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti AB, sum teir fluttu upp saman við í fjør. B71 kann røkka miðjuni í Formuladeildini, meðan AB má niður aftur í 1. deild

Sandoyingar staðfestu sunnudagin, at teir hava klárað seg betur enn AB, síðani liðini bæði fluttu upp í Formuladeildina seinasta kappingarár. Tað er langt síðani avgjørt, at AB fer niður aftur, og B71 kann framvegis røkka fram á miðjuni á Formuladeildini.

Tað vóru tvey lið við nógvum óroyndum leikarum, som møttust á Argjum í gjár. Serliga var tað AB, sum mátti vera nógvar leikarar fyri uttan. Allan Mørkøre, Johan Ellingsgaard, Jónas Tór Næs, Magnus Poulsen og Evrard Blé vóru ikki við vegna leikbann, skaðar og av øðrum grundum.

Hjá B71 vóru Eirikur Poulsen og Clayton Soares skaddir, og hetta gav pláss til tann bert 16 ára gamla Høgna Midjord í álopinum.


Vindurin darvaði

Fyrstu løtuna av dystinum var sera nógvur vindur, og hesa løtuna kappaðust liðini um, hvør stóð seg best í vindinum. Lítið og einki skipað spæl var at síggja, men tá vindurin so við og við tók av, hildu liðini fram við at spæla heldur oskipað. B71 hevði tó munin, og sat meira á spælinum.

Í verjustøðum trektu liðini seg langt aftur á vøllin, og hetta førdi við sær, at liðini ongantíð komu afturum verjuna hjá mótstøðuliðnum. Tí royndust liðini við fleiri langskotum, og serliga var tað B71, sum royndi seg við hesum. Uttan iva tí, at B71 hevði nógvan viðvind.

Tættast einum máli var B71 fimm minuttir undan steðginum, tá ið Vellington stútaði eitt innlegg frá Símini Hansen. 18 ára gamli Heðin Stenberg í AB-málinum stórbjargaði royndini og tryggjaði AB eina hálvleiksstøðu áljóðandi 0-0.


B71 gjørdi bart

Seinni hálvleikur var munandi áhugaverdari enn fyrri hálvleikur. Vindurin var nú minkaður so mikið, at leikast kundi uttan trupulleikar. Bæði liðini stóðu sera tøtt á vøllinum, og fríspælingar og stórir møguleikar vóru ikki at finna.

B71 var tó framvegis omaná, og eftir einum tíma gav tað úrslit. Símin Hansen fekk sum tann fyrsti í dystinum gott pláss í høgru síðu, og hann stevndi málrættað eftir málinum. Hann lobbaði bóltin yvir AB-málverjan, og inni á málstrikuni var ein AB-verjuleikari um at fáa bóltin burtur, men í somu løtu kom Símin aftur framvið og skeyt bóltin í netið til 1-0.

Síðsta korterið kom meira lív í, og samstundis við at liðini fingu meira pláss at spæla á, fór at ganga á bæði mál. Einki lið megnaði tó at fáa mál, og B71 vann sær tískil øll stigini heim til Sands.