B71 kann toga seg fremst

Við einum sigri í kvøld kunnu sandoyingar yvirtaka oddasessin, eftir at VB/Sumba tapti um vikuskiftið

Vinnur B71 í kvøld, gerast teir ájavnir í stigum við VB/Sumba. Sandoyingar hava tó eina betri málúrtøku enn suðuroyingar, sum taptu fyri B68 um vikuskiftið.


Oddaliðið snávaði

Næstbesta liðið hjá B68 vann nevniliga 4-3 á oddaliðnum VB/Sumba, tá André Olsen tryggjaði toftamonnum stigini í seinastu løtu.

B68 legði sera bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var heimaliðið á odda við tveimum málum. Men gestirnir stríddust væl, og avgerðin fall ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Tískil hava nærmastu kappingarneytarnir aftur fingið samband við oddaliðið. B68 er nú sjey stig frá fyrsta plássinum.


TB er við aftur

TB vann sær týdningarmikil stig í oddastríðnum. Á heimavøllinum vunnu tvørámenn við tveimum málum móti einum á Skála.

Gestirnir løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men stutt eftir javnaði Gilli Sørensen. Gunleif Olsen sendi TB á sigurskós á tímanum. Fleiri mál komu ikki.

Skálamenn royndu at trýsta seinastu løtuna og miðsnýttu millum annað úr ellivu metrum. TB stóð ímóti og fekk øll stigini, tá avtornaði.

TB er nú trý stig frá oddanum, meðan Skála framvegis hevur seks stig til bjargingina í næstbestu deildini.


HB heldur tørn

Eisini HB heldur tørn í oddinum í 1. deild, har Jákup Slættalíð var einasti málskjúttin, tá næstbestu liðini hjá HB og Víkingi hittust á ovara vølli í Gundadali.

Verjuleikarin var fyrstur á bóltinum eftir hornaspark, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

Svenn Fuglø Jacobsen úr HB gjørdi uppgávuna hjá liðfeløgunum væl torførari, tá hann varð útvístur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ein Víkingur sá eisini reytt í tíðini, dómarin hevði lagt afturat.

Við sigrinum er HB nú tvey stig aftanfyri oddaliðið. Víkingur er á áttanda plássinum við 21 stigum.


FC Hoyvík rennur aftaná

FC tryggjaði sær eisini trý stig um vikuskiftið. Á heimavølli vunnu hoyvíkingar 4-2 á MB. Heimaliðið legði bragdliga fyri og hevði fult tamarhald á dystinum undan hvíldini. Tummas Hans Rubeksen, Sigurð Carlsson, Heini í Skorini og Jóhan V. Gunnarsson vóru á blettinum fyri FC Hoyvík, og lunnar vóru lagdar undir stórsigur. Men støðan broyttist í seinna hálvleiki.

MB skoraði tvær ferðir, men hóttu ongantíð leiðsluna hjá heimaliðnum. Eisini hóast, at Jón Brekku, leikandi venjari hjá hoyvíkingum, varð útvístur.

FC Hoyvík rennur framvegis aftaná oddaliðunum, meðan MB líkist meira og meira einum niðurflytara.