B71 legði bragdliga fyri

1. DEILD: Teir næstbestu hjá KÍ noyddust norður aftur við 4-1 tapi

Sandoyingar løgdu bragdliga fyri, tá ið teir í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

Longu í triðja minutti settur teir hol á, og áðrenn eitt korter var farið, var støðan 2-0. Úrslitið varð 4-1.

Jónas Warner, sum í vikuni skrivaði undir sáttmála við B71, eftir at hann í fleiri ár hevur verið í B36, setti hol á, og Aron Clementsen økti um leiðsluna til 2-0. Hann er undir lestri á flatlondum og skuldi havt verið í Danmark. Koronan er orsøk til, at hann er í Føroyum, og – sum so mangan áður – so kom tað í dag væl við hjá barndómsfelagnum.

Tveir minuttir eftir steðgin var tað mest sum avgjørt, at heimaliðið fór at vinna øll stigini. Tá økti Clayton Soares um leiðsluna til 3-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Tijani Mohammed um leiðsluna til 4-0. Tá sá tað út til, at talan fór at verða um heilt stóran heimasigur, men klaksvíkingur megnaðu at fóta sær, og veteranurin á liðnum, Kristoffur Jakobsen, umsetti brotsspark til 4-1, tá ið tað restaði eitt korter.

Tølini siga, at B71 hevði átta royndir á KÍ málið, meðan KÍ bara hevði eina roynd á B71 málið.