B71 skipar fyri sølustevnu á Sandi

Frelsunarherurin, Váðaverk og Árni Andreassen fara at syngja og spæla, og Martin Kúrberg fer at greiða frá tíðini sum venjari hjá B71.

Leygardagin og sunnudagin, 14.-15. mai, skipar B71 fyri sølustevnu Inni í Dal á Sandi. Báðar dagarnar letur stevnan upp klokkan 14, og opið verður til klokkan 19.

 

Handlar við ymiskum vøruútboði fara at sýna fram í Sandoyar Meginskúla, og skipað verður eisini fyri mongum ymiskum tiltøkum báðar stevnudagarnar, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

Stutt eftir upplating leygardagin, fer Frelsunarherurin at syngja og spæla, og klokkan 15 fer Eli Hentze at seta sølustevnuna 2016.

 

Tá stevnan verður sett, letur eisini upp stór matsøla, og klokkan 15.30 fara B71 og AB at leika dyst í 1. deild.

 

Janus W. Mortensen fer at framføra, og klokkan 15.30 og klokkan 16 verður køkutombola og ymiskar kappingar.

 

Vágaverk fara á pallin klokkan 17.30, og klokkan 18 fer Árni Andreassen á pallin.

 

Seint leygardagin verður eisini ein oldboys-kapping fyri 45 ár og eldri.

 

Sunnudagin verður eisini nógv á skránni í Sandoyar Meginskúla, og umframt stóru matsøluna og framførslu hjá Janusi W. Mortensen, fer Martin Kúrberg klokkan 15.30 at hugleiða um tíðina sum B71-venjari.

 

Klokkan 16 sunnudagin fer Árni Andreassen aftur á pall, og út á dagin verða barnatiltøk, ymiskar kappingar og lutaseðlasøla.