Baðiland á Sundi

? Vit hava leingi havt hug at gera okkurt við avlopshitan frá Sev-virkinum, sum í dag bert rennur út á Kaldbaksfjørð. Og fríggjadagin fara vit at hava fund við Sev-stýrið um møguleikarnar á Sundi, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Millum ætlaninar er eitt baðiland á Sundi

? Tað er rætt, at vit fara at hava ein fund við Sev-stýrið fríggjadagin, ja. Og tað er eisini rætt, at vit hava ætlanir um at fáa betri nyttu burturúr avlopshitanum, sum rennur á sjógv inni á Sundi, váttar borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Heilsurøkt á Sundi
Tórshavnar býráð hevur góðar royndir við fjarhitaskipanum. Stórur partur av avlopshitanum frá brennistøðini á Hjalla verður í dag nýttur til at hita húsini m.a. á Løgmannabreyt , millum Gilja og inni á Gøtu.
Og nú ætlar býráðið sær eisini at kanna møguleikarnar við avlopshitanum frá Sev virkinum inni á Sundi.
? Tað hevur leingi verið ynski um at fáa nyttu burturúr avlopshitanum har, og Sev hevur eisini onkuntíð sjálvt sett ynski fram um at fáa útnytta nógva hitan, ið annars bert rennur út á sjógv, sigur Heðin Mortensen.
Hann váttar, at býráðið nú fer at kanna, um tað er gjørligt at nýta avlopshitan frá Sev til at hita eitt baðiland á Sundi.
? Baðilond eru nakað, sum vit kenna frá útlondunum, og sum eru ógvuliga vælumtókt. Eitt baðiland kundi saktans verið ein møguleiki til heilsurøkt hjá borgarnunum í Havn eisini, heldur Heðin Mortensen.

Uttandura svimjing
? Framvegis eru hetta bara tankar, so eg havi enn onga ítøkiliga ætlan at leggja fram. Men fríggjadagin fara formaðurin í Heilsu? og Umhvørvisnevndini , Elin Lindenskov, og eg sjálvur á stjórnarfund við Sev fyri at kanna hvørjir møguleikar eru. Fyrst mugu vit vita hvat Sev fer at krevja fyri, at vit møguliga fara nýta avlopshitan frá teirra virki. Men sum er, rennur hann jú bara á sjógv, staðfestir Heðin Mortensen.
Hann sigur, at býráðið eisini fer at kanna júst hvar baðilandi skal byggjast, fyri at fáa størstu nyttu úr hitanum, og hvussu verkætlanin skal skipast. Tey fara eisini at kanna, hvørt baðilandi skal vera úti ella inni.
? Av tí at vatni er so heitt, er tað kanska ein møguleiki at hava heitar hyljar úti, júst sum vit kenna tað úr Íslandi. Har gera veður og vindur ikki mun, tí vatni er so heitt, greiðir Heðin Mortensen frá.
Hann sigur víðari, at tað fáast bæði góð og dýr baðilond, men at tað eisini finnast góð og bílig. Og tað eru serliga bíligu ?men góðu? loysnirnar, sum býráðið ætlar sær at kanna.

Fyrstu fyrireikingarnar
Hóast ætlanin um baðiland á Sundi ikki beinleiðis er nøkur nýggj ætlan, so er hetta fyrstu ferð, at møguleikarnir og kostnaðurin av verkætlanini veruliga verða kannaðir. Fundurin við Sev-stýrið fríggjdagin verður hildin -»fyri at seta hol á ætlanina«, sum Heðin Mortensen málber seg.
? Tórshavnar býráð hevur stungið út í kortið at hugsa um umhvørvið. At útnytta avlopshita er ein partur av umhvørvisarbeiðnum hjá okkum. Og vit halda tað verða skilagott at nýta hitan til heilsurøkt. Nú fara vit so fyrst at kanna kostnaðin og aðrar umstøður. Meta vit, at tað verður ein fornuftig verkætlan, sum er verd at arbeiða víðari við, so verður hon løgd fyri býráðið. Og um tað sær fornuftigt út, so dugi eg ikki at síggja hví ætlanin ikki skuldi verðið samtykt, sigur hann.
Hann leggur tó afturat, at tað altíð vil vera ein spurningur um raðfestingar, hvørt ein slík ætlan verður veruleiki ella ikki.
? Eg dugi enn ikki at siga nakað um kostnað, stødd ella júst hvar tað verður. Enn eru vit jú bert á fyrireikandi støði. Tað fyrsta vit nú fara at gera, verður at hava fundin við Sev og kanna, um Sev eru áhugaðir í ætlanini, og hvat teir fara at krevja fyri at vera við, staðfestir Heðin Mortensen at enda.


Myndatekstur: Kølivatni frá Sev vikinum inni á Sundi rennur í dag bert út í Kaldbaksfjørð. Men Tórshavnar býráð er nú farið at kanna, um ikki heita vatni kann veita hita til eitt møguligt baðiland inni á Sundi.
Mynd: Jens Kr. Vang