Klaksvík:
Fyri tær báðar Gunvá við Keldu og Signhild V. Joensen hevur avgerðin um at stilla upp verið løtt. Ein avgjørdur fyrimunur við at vera uppvaskin við einum politikara í húsinum er, at tað er rættiliga lætt at ímynda sær, hvat starvið inniber, siga tær.
- Hatta er nokk, sum við so nógvum øðrum. So leingi tú ikki kanst ímynda tær, hvat ein uppgáva inniber, er tað skjótt at hugsa, "Hatta hevði eg aldrin klárað". Men tá tú hevur ein pápa, sum hvønn morgun í 16 ár er farin til arbeiðis sum borgarstjóri, verður tað bara nátúrligt, sigur Gunvá. Signhild nikkar og leggur afturat, at tað altíð hevur gjørt stórt inntrykk uppá hana at síggja pápan so spentan, tá tað politiskt hevur leikað hart á.
- Eg havi nokk latið meg ávirkað meir, enn hini systkini. Eg plagi til dømis eisini altíð at støkka inn á gólvið á gamla apotekinum, tá eg eri í Havn, at fáa eitt prát við pápa, og eg leggi hvørja ferð merki til tann lætta og vinarliga stemmningin, sum er millum politikarnar. Tað virkar faktiskt sum eitt sera hugnaligt arbeiðspláss, sigur Signhild.
Rundan um døgurðaborðið
Politisku diskussiónirnar rundanum døgurðaborðið hevur altíð verið ein partur av gerandisdegnum hjá bæði Signhild og Gunvá, men heima hjá Signhild vóru tað altíð hon og pápin, sum vóru ivrigast.
- Mamma hevur ongantíð blandað seg uppí, og hini systkini hava ikki gingið so høgt uppí tað. Ella eru tey bara ikki sloppin framat fyri okkum, sigur Signhild. Heima hjá Gunvá vóru tey hinvegin altíð fleiri um boði at siga sína meining.
- Størsta politiska mótspælið, pápi hevur fingið heima, hevur hann fingið frá mammu. Hon er eisini uppvaksin í einum heimi, har tey kjakaðust nógv um politikk, so hon er heldur ikki bangin fyri at siga sína meining. So áhugan fyri politikki havi eg uttan iva arvað frá teimum báðum sigur Gunvá.
Ikki bara spennandi
Men tað hevur ikki bara verið spennandi at vera dóttir ein politikara. Signhild minnist, at hon sum tannáringur onkuntíð illa tordi at opna bløðini, tá tað leikaði hart á politiskt, og pápi hennara kanska var ein av høvuðspersónunum. Gunvá minnist meir, at hon ofta undraði seg yvir, at myndin, bløðini góvu av pápanum, als ikki hóskaði saman við mátanum, hon kendi hann
- Hetta hevur bara lært meg so mikið sum, at tann almenna myndin ongantíð er øll søgan, og at støðan sum oftast kennist rættiliga nógv øðrvísi fyri tann, sum stendur mitt i henni, sigur Gunvá, meðan Signhild leggur afturat, at so leingi tú sjálv er sanførd um, at tú gert tað rætta og hevur ein breiðan rygg, er hatta ikki ein partur av politiska leiklutinum, tær nýtist at ræðast.
Ikki tað ringasta ...
- Eg havi heilt avgjørt altíð havt ein politikara í búkinum. At hann er sprottin nú, hongur saman við at Klaksvíkar og Mikladals kommuna nú leggja saman, og at eg fegin vil gera mítt til, at Kalsoyggin fær eitt umboð í nýggja býráðnum, sigur Signhild, sum sjálv býr á Trøllanesi.
Gunvá heldur eisini, at tað nokk bara var ein spurningur um tíð, til hon sjálv stillaði upp, men hon dylur ikki yvir, at tað neyvan hevði verið pláss fyri henni og pápa hennara á sama lista. Spurdar um nakar hevur skotið tær við at gera sær dælt av at eiga ein kendan babba, flenna tær báðar og nikka.
- Á ja, man ikki tað? Men soleiðis eigur tað nokk vera. Eg fari til val uppá javnaðarhugsjónina, og har veit eg, at tað fyri nógvar veljarar avgjørt ikki skaðar at vera dóttir Vilhelm Johannesen. Og tað passar mær fínt, sigur Signhild, og Gunvá nikkar.
- Onkur spurdi meg, um eg nú væntaði, at eg fór at skora allar atkvøðurnar hjá Jógvan við Keldu. Tjaa .. tað hevði nú avgjørt ikki verið tað ringasta, sum kundi henda, sigur Gunvá við einum argandi smíli.
- Øll hjálp er kærkomin, tá tú stillar upp fystu ferð. Eisini at pápi tín er ein kendur politikari, siga tær báðar Gunvá við Keldu og Signhild V. Joensen