Badmintonbørn kappast um FM

Fyri fyrstu ferð fara børn undir níggju ára aldur at spæla um føroyameistaraheiti í badminton, tá FM-kappingarnar verða leygardagin

Leygardagin verður kappast um føroyameistaraheiti hjá børnum frá morgninum til langt út á seinnapartin. Ikki færri enn fýra aldursbólkar fara at kappast.

Mest merksvert er, at børn undir níggju ára aldur fyri fyrstu ferð fara at kappast um føroyameistaraheiti, tí fyrsti bólkurin, sum fer á gólvið í Badmintonhøllini í Havn leygarmorgunin klokkan níggju, er bólkurin U9.

Síðani verður hildið fram við hinum bólkunum soleiðis, at U11 byrjar klokkan 11, U13 byrjar klokkan 13 og bólkurin U15 byrjar klokkan 15.

Luttakaragjaldið til kappingina er 50 krónur, og tilmeldast er hálvan tíma undan kappingini.