Aritra Nandy, landsliðsvenjari, og hjálparmaður hansara, Magnus Gaard, hava eftir FM-finalurnar gjørt av, hvørjir spælarar manna badmintonlandsliðið, sum í summar skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum, sum í ár verða hildnir á Jersey.
Fimm kvinnur og fimm mans eru úttikin at verja Merkið. Tey eru:
Menn:
Benjamin Gunnarstein
Aksel Poulsen
Niclas H. Eysturoy
Bartal Poulsen
Magnus Dal-Christiansen
Kvinnur:
Rannvá D. Carlsson
Brynhild D. Carlsson
Kristina Eriksen
Gunnva Jacobsen
Sólfríð Hjørleifsdóttir
Aksel Poulsen, sum hevur luttikið í fleiri ár á Oyggjaleikunum, er útnevndur til liðleiðara.