Bæði liðini kundu fingið brotsspark

Video: FC Suðuroy og B36 kendu seg bæði snýtt fyri hvør sítt brotsspark í gjár

Fyrr í dag bleiv víst á í sjónbandi, at Philip Lund hjá B36 burdi fingið sítt mál viðurkent, tá ið hann bleiv spældur leysur og skoraði í fyrra hálvleiki av dystinum ímillum B36 og FC Suðuroy, sum bleiv spældur í Gundadali í gjár.

 

Nú eru eisini annað sjónbandsbrot, ið vísa, at bæði liðini kundu fingið hvør sítt brotsspark. Sjónbandið omanfyri vísir rættiliga greitt, at bæði Eli F. Nielsen hjá B36 og Cristian Ibeagha hjá FC Suðuroy brúka hondina til hjálpar í egnum brotsteigi.

 

Báðar støðurnar eru úr seinna hálvleiki av dystinum, tá ið støðan var 1-0 til B36, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Døm sjálv/ur, um talan er um brotspark í støðunum omanfyri.

 

Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar.