Í morgin verður fundur í Washington millum umboð fyri Danmark og Grønland, Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt, á donsku síðuni og Marco Rubio og J.D. Vance á amerikansku síðuni.
Løkke og Motzfeldt eru uttanríkisráðharrar í Danmark og Grønlandi, Marco Rubio er amerikanskur uttanríkisráðharri, og J.D. Vance er amerikanskur varaforseti og næsti maður Donald Trump.
Sermitsiaq veit at siga, at danski uttanríkisráðharrin í dag hevur sagt, at amerikanki varaforsetin eisini verður við á fundinum millum partarnar í Washington.
Sambært danska tv2, sum Sermitsiaq endurgevur, verður amerikanski varaforsetin vertur fyri fundinum, sum verður í Hvítu Húsunum.
Tað eru uttanríkisráðharrarnir í Grønlandi og Danmark, sum hava biðið um fundin eftir fleiri útsagnir hjá amerikanska forsetanum um, at USA eigur at hava ræðisrættin yvir Grønlandi.
- Tað, sum liggur aftanfyri fundin, er, at fáa alla hesa umrøðuna inn á ein fund, har vit kunnu síggja hvønn annan í eyguni, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til fundin í morgin.











