Ein russisk forsetakunngerð merkir, at ein uttanhýsis leiðsla hevur tikið ræðið á russiska dótturfelagnum hjá Rockwool.
Tað váttar danska felagið í børsfráboðan í kvøld. Áður hava ein røð av fjølmiðlum sagt tað sama.
Kunngerðin merkir, at Rockwool ikki longur hevur ræði á sínum fýra verksmiðjum í landinum.
– Rockwool fer ótroyttiliga at verja síni lógarbundnu rættindi, eisini sambært tvílanda íløguavtaluni millum Russland og Danmark, stendur í fráboðanini.
– Undir verandi umstøðum eru vit tó ikki bjartskygd um at venda avgerðini um at leggja okkara russiska dótturfelag undir tvungna uttanhýsis umsiting aftur.
Felagið ætlar at samráðast við donsku stjórnina og ES-myndugleikarnar fyri at leita sær vegleiðing.
Metingin hjá Rockwool er, at tað endaliga hevur mist tær fýra verksmiðjurnar, og tí verður nettovirðið á virkseminum niðurskrivað.
Samlaða eginognin í dótturfelagnum er á stívliga 3,5 milliardir krónur.
/Ritzau/











