Bagasjurúmið er opið í Hoyvík – sum í 80'unum

Á 80'arakvøldinum í Hoyvík í kvøld hava tey givið barrini heitið »Bagasjurúmið«. Tilspingin er til eyðkendu barrina, sum nógv ung høvdu í bagasjurúminum í 80'unum.

Á 80'arakvøldinum í Hoyvík í kvøld hava tey givið barrini heitið »Bagasjurúmið«. Tilspingin er til eyðkendu barrina, sum nógv ung høvdu í bagasjurúminum í 80'unum.

 

Men at júst hoyvíkingar hava valt hetta heitið kundi bent á, at nógv avbygdafólk býr í Hoyvík. Tí tað var ikki vanligt í Havn og í Hoyvík at koyra runt við bilum við fullum bagasjurúmi av brennivíni í 80'unum. Hinvegin var tað væl kent á bygd – har bilurin bæði var barrin og flutningstólið. Ungdómurin í Havn og í Hoyvík hevði tað eitt sinur lættari, tí ikki var neyðugt at ferðast millum bygdir fyri at sleppa í dans.

 

Men tað er afturhvarv, sum er á skránni í Hoyvík í nátt. Afturhvarv til 80'ini. Og er tað onkur, sum ikki er vanur við fult bagasjurúm av brennivíni, so slapst ikki undan hvítu kassunum frá Kattrup, um tú ætlaði tær kenningina.

 

80'aratiltakið í Hoyvík byrjar klokkan 23 og endar klokkan 04 í nátt.

 

Umframt 80'ara tónleik í Hoyvík, so er eisini 80'aratónleikur bæði á Rás2 og í útvarpinum í kvøld – og á Cáfé Nátúr í Havn bjóðar Terji Rasmussen seg fram við 80'ara tónleiki. So tað er afturhvarv fyri allar pengarnar í kvøld!