TÓRSHAVN, August 15, 2025
Jens L. Thomsen kunnger í dag altjóða heimasíðu, sum savnar inn upptøkur av røddum. Røddirnar gerast partar av nýggja verkinum, RØDD — ein livandi ljóðmynd, ið verður frumsýnd í Norðurlendska skálanum á World Expo 2025 í Osaka, Japan t. 4. september 2025.
Thomsen bjóðar fólki úr øllum heiminum at upptaka teirra rødd á sergjørdu heimasíðuni. Luttakarar verða eggjaðir til at tosa á teirra móðurmáli og deila ein boðskap ella ein spurning.
“Í eini tíð við skilnaði og múrum, ynskir ljóðlistaverkið at byggja brýr,” sigur Thomsen. “Eg ynski at gera eina ljóðmynd har allar røddir savnast og tosa sum ein sameind rødd.”
Tær innsavnaðu røddirnar — sum allar hava ymiskt mál, málføri og orðbering — verða lagdar saman í eina støðugt broytandi ljóðmynd. Á World Expo 2025 kunnu vitjandi gera nýggjar upptøkur á staðnum, har altjóða samrøðan fer at halda fram.
Soleiðis luttekur tú
Vitja: expo2025.jenslthomsen.com
Upptak eini stutt boð (upp til 10 sekund) á tínum móðurmáli
Tín rødd er nú vorðin partur av ljóðmyndini
Heimasíða og ljóðforrit vóru framleidd í tøttum samstarvi við Dirk Handreke. Miðberg stóð fyri UI-sniðgevingini.
Tonik og Uttanríkis- og vinnumálaráðið bíløgdu ljóðmyndina.
Um Jens L. Thomsen
Jens L. Thomsen er virðislønt tónaskald, ljóðlistafólk og tónleikaframleiðari. Hann er upprunamaður handan verkætlanina ORKA, ið tvær ferðir hevur verið í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Ljóðmyndir hansara vera vístar um allan heim. Nevnast kunnu NORÐ (Southbank Centre, London), FØROYAR 5.2 (fjøll sum ljóðføri), ÆÐR (FM-ljóðmynd í Eysturoyartunlinum), og KOKS (Ljóðmynd til Michelin-virðisløntu matstovuna, sum beint nú verður víst á Nasjonalmuseet í Oslo, og seinni á ár í Seattle og New York).
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##