Bakkafrost 103 milliónir í yvirskotið

Úrslitið fyrsta ársfjórðing hjá alifyritøkuni Bakkafrost var 103 milliónir dkk eftir skatt. Góða lívfrøðiliga gongdin og teir høgu laksaprísirnir seta sín dám á úrslitið.

Úrslitið pr. kilo (EBIT) var 16,85 dkk. Sammett við onnur altjóða alifeløg er hetta millum tey bestu og samstundis besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Leiðslan fegnast um, at føroyska felagið kann vera í fremstu røð í altjóða kappingini um at fáa sum mest burtur úr hvørjum seldum kilo.

Tøkan av laksi í 1. ársfjórðingi var 5.460 tons av kruvdum laksi, og felagið sjósetti 1,6 mió. smolt í tíðarskeiðinum.

Treytað keypsavtala varð undirskrivað við eigararnar av Havsbrún tann 10. apríl um, at Bakkafrost keypir øll partabrøvini í felagnum. Ein av treytunum er góðkenning frá Kappingarráðnum. Bakkafrost og Havsbrún hava havt tætt samstarv í mong ár. Bakkafrost keypti uml. 65% av fóðrinum, sum Havsbrún framleiddi í 2010, umframt at feløgini áttu partabrøv hjá hvørjum øðrum.

Útlitini fyri 2011 eru góð. Keypið av Havsbrún væntast at betra kappingarførið hjá felagnum.

Virksemi felagsins økist, og tøkan av laksi fer væntandi at verða umleið 33.000 tons í 2011 (42.000 tons íroknað Havsbrún samtakið). Mált í tonsum er 1. ársfjórðingur væntandi tann lakasti í 2011, tí roknað verður við einari javnt hægri tøku teir komandi ársfjórðingarnar.

Bakkafrost væntar at seta 7,5 mió. smolt út í 2011. Tá er útsetingin hjá Havsbrún samtakinum ikki íroknað.

Felagið hevur gjørt sølusáttmálar, sum svara til umleið 80% av framleiðsluorkuni hjá virkinum á Glyvrum, ið framleiðir virðisøktar laksaúrdráttir (portiónir). Hesar avtalur hava støði í laksaprísinum, sum var við árslok 2010.

- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri 1. ársfjórðing 2011. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og laksaprísurin hevur eisini verið høgur. Útlitini eru eisini góð, og við økjandi framleiðslu framyvir eru vit bjartskygd, samstundis sum at ein týðandi partur av søluni fyri 2011 longu er seldur við góðum langtíðar sølusáttmálum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Felagið er fult integrerað frá smolti til lidnar vørur og sølu. Felagið rekur 14 aliøki á 13 ymiskum firðum og eigur 39% av aliloyvunum í Føroyum. Felagið hevur kryvjivirki í Klaksvík og Kollafirði og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og felagið hevur sløk 400 starvsfólk.