Sum ikki einaferð øll hesi seinastu 10 árini var spenningurin stórur, tá ársins virki varð kosið á Vinnudegnum fríggjadagin. Ikki tí at tað var so torført at gita, tí øll eygu hava leingi verið vend móti alivinnuni og flaggskipi tess, Bakkafrost. Hetta var so eisini okkara besta boð á hesum stað fyri knappari viku síðani.
Lat okkum alt fyri eitt ynskja Bakkafrost, starvsfólki, leiðslu og eigarum hjartaliga tillukku við heiðurinum. Tit hava uppiborið hetta og vónandi kann tað vera við til at stuðla upp undir tykkara arbeiði.
Tit eru ikki komin til búgvið borð, hóast virkið eisini hevur verið stuðlað av tí almenna eins og so mong onnur vinnuvirki eru tað. Bakkafrost hevur eina søgu, sum er gingin í arv frá einum undangonguættarliði til eitt annað, og vit vóna, at henda traditión fer at halda fram, so virkið framhaldandi fer at skapa arbeiði og økja um okkara útflutning.
Flestu av okkum minnast, hvussu alivinnan bráddliga gjørdist eitt nýtt íkast til búskapin, tá einstakir undangongumenn her ikki minst í Eysturoynni brúktu hugflog og dugnaskap til at leggja lunnar undir eina heilt nýggja vinnu. Við tógvið stríð og so sanniliga eisini stóran mótgang og byrjanartrupulleikar eitt nú orsakað av herviligum sjúkum eydnaðist tað kortini alifólkunum at koma uppundan aftur eftir eina kreppu fyri og aðrari eftir. Við at taka við læru av mistøkum og grátigheit gjørdist alivinnan fyri bert fáum árum síðani eitt av álitinum í búskapinum. Og ein av týðandi aktørunumog kanska undangongufelagið hevur verið Bakkafrost, sum byrjaði í tí smáa og sum við stórum dugnasemi og treiskni hevur ment seg til eina av landsins stóru fiskivinnufyritøkum. Og sum nú loksins hevur lagt saman við aðrari stórari alifyritøku við tí fyri eygað at verða skrásett á børsinum. Hóast mong eiga lut í hesi succes so vilja vit kortini her taka fram teir tríggjar, sum tóku ímóti heiðurslønini, Hans Jacobsen, Regin Jacobsen og Líggjas í Bø, allir tríggir veteranar á aliøkinum. Vit kunnu so bara seta okkara álít á, at tykkara fyritøka verður við til at menna hetta land við at virka á burðardyggum grundarlag.
Eisini ein heiðursløn varð latin sama dag fyri Ársins Átak. Tað var Matfestivalurin við Mortani í Hamrabyrgi, sum fekk hesa viðurkenningina og hjartaliga tillukku Mortan. Eins og Bakkafrostfólkini so er Mortan eisini ein fightari og við professionalismu í skjaldramerkinum. Gævið hesin heiður kann vera við til at menna mat- og drykkjumentanina her á landi. Í hesum sambandi vilja vit eisini nevna Leif Sørensen, sum við Gourmet matstovuni og tætta samstarvinum við Mortan hevur verið við til at fáa lív í nettupp umrøddu matmentan.
Loksins tillukku Vinnuhúsið við hesi 10. Vinnudegnum, sum vónandi kann stimbra vinnulívsfólki at halda fram við tí góða arbeiðinum. Men okkara ynski skal eisini vera, at vit í framtíðini fara at síggja fleiri vinnulívsfólk, sum hava dirvi og hegni til at menna aðrar vinnur umframt fiski- og alivinnurnar.