Bakkafrost í nýggjum altjóða samstarvi

Í morgun kom fráboðanin á Aqua Nor alimessuni í Tróndheimi um, at fimtan av størstu laksaalifyritøkunum í heiminum eru farnar undir nýtt samstarv, ið nevnist Global Salmon Initiative (GSI). Eitt av høvuðsendamálunum við átakinum er – við samstarvi og gjøgnumskygni – at tryggja, at laksaaling er langtíðarburðardygg.

 

– Vit vita frá okkara royndum í Føroyum, hvussu umráðandi tað er at samstarva við aðrar fyritøkur í vinnuni. GSI opnar hurðina fyri einum altjóða samstarvi, har vit hava møguleika at deila vitan við heimsins størstu alifyritøkur og arbeiða saman fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa vinnuni fyri framman, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

 

Tilsamans umboða limirnir í GSI meira enn 2/3 av heimsframleiðsluni av laksi. Food and Agriculture Organization hjá ST (FAO), ið samstarvar við GSI, metir, at burðardygg aling er ein umráðandi og neyðug kelda til heilsugóðan proteinríkan kost til komandi ættarlið.

 

GSI kemur at arbeiða í samsvari við skipanini hjá Aquaculture Stewardship Council (ASC), ið fer at fylgja við gongdini hjá GSI. Samstarvið er av World Wildlife Fund (WWF) mett at vera slóðbrótandi, tí tað er vinnan sjálv, ið bindur seg til at gera avgerandi og týðandi broytingar.

 

Feløgini, ið eru við í GSI samstarvinum, eru: Acuinova Chile, Bakkafrost, Blumar, Cermaq, Compañía Pesquera Camanchaca, Empresas AquaChile, Grieg Seafood, Lerøy Seafood Group, Los Fiordos, Marine Harvest, Norway Royal Salmon, SalMar, Multiexport Foods SA, The Scottish Salmon Company og Scottish Sea Farms. Feløgini hava virksemi í hesum londum: Kili, Kanada, Norra, Føroyum og Skotlandi