Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í morgun í samband við fráboðaða úrslitið fyrsta ársfjórðing 2018 boðar Bakkafrost frá, at felagið hevur dagført íløguætlanina fyri næstu fimm árini.
Íløguætlanin er fyri 2018 til 2022 og byggir á somu strategi, sum undanfarna íløguætlanin fyri 2016 til 2020, men hevur eisini nýggj strategisk átøk. Nýggja ætlanin stingur út í kortið íløgur fyri kosta 3 milliardir krónur, ið er 800 milliónir krónur meira enn undanfarna íløguætlan.
- Ætlaða íløguætlanin fyri 2018 til 2022 ljóðar á 3 milliardir krónur yvir 5 ár. Endamálið við íløguætlanini er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.
Í tíðindaskrivinum verður eisini nágreina hvørjar tær íløgurnar eru, harímillum 1,3 milliardir krónur í íløgum í sjógvaling, íløgur í smoltstøðir fyri 1 milliard krónur og ein íløga á 425 milliónir krónur til at økja um fóður kapacitetin á Havsbrún.
- Næstu fimm árini fer Bakkafrost at brúka áleið 425 milliónir krónur í virksemi á Havsbrún til at økja fóður kapacitetin. Íløgur verða eisini gjørdar til at økja um kapacitetin at framleiða fiskamjøl og -lýsi, sum skal stuðla undir einum høgum marinum innihaldi í fóðrinum.
- Bakkafrost hevur tikið ábyrgd av føroyska lívfiskaverkætlanini og fær genomu rættindini í 2021. Í nýggju íløguætlanini væntar Bakkafrost at gera íløgu í eina nýggja lívfiskastøð fyri áleið 200 milliónir krónur.
- Íløgurnar í sjógvaling næstu fimm árini vera áleið 1,3 milliardir krónur. Íløgur í nýggj aliøki í Suðuroy fara, saman við stórsmolt strategi’ini, at økja um kapasitetin við 10 túsund tonsum. Aliøkið A-17/18 Hovsfjørður er byrja virksemi og A-23 Hvalbiarfjørður byrjar væntandi virksemi fyrra hálvár 2019. Íløgur fara eisini at vera gjørdar til flutning av fiski og útvaldar menningarverkætlanir, sum skulu skapa vøkstur aftaná verandi tíðarskeið.
- Virkni luturin hjá Bakkafrost innan burðardygd sæst eisini í nýggju íløguætlanini. Bakkafrost hevur, sum partur av “Sunt lív 2020” ætlanini hjá Bakkafrost, avgjørt at byggja eitt biogas anlegg.
- Bakkafrost heldur fram við verandi smolt verkætlanunum og fer at sjóseta nýggjar verkætlanir, sum skulu stuðla undir stórsmolta strategiina til nýggju aliøkini. Byggingin av einari nýggjari smoltstøð í Suðuroy til framleiðslu av stórsmolti byrjar væntandi tíðliga í 2019. Íløgurnar hjá Bakkafrost í smoltstøðir komandi fimm árini verður áleið 1 milliard krónur.
- Bakkafrost hevur nýliga gjørt íløgu í eitt nýtt liðugvøruframleiðsluvirki á Glyvrum. Íløgur í liðugvøruframleiðsluna komandi fimm árini fer at vera áleið 85 milliónir krónur.