Bakkafrost nýggjan brunnbát

Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við skipasmiðju í Turkalandi

Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við Tersan skipasmiðjuna í Turkalandi um bygging av nýggjum brunnbáti. Báturin, sum fær navnið “Hans á Bakka”, verður liðugur á várið 2015. 

 

Báturin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini og fer at teljast millum heimsins mest framkomnu brunnbátar. Brunnbáturin er 75 m langur – til støddar 3.250 bruttotons við eini framtøkumegi upp á 2.980 kW. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m³, og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi í eini sergjørdari skipan, har allur sjógvurin umborð verður resirkuleraður og at enda sóttreinsaður, áðrenn hann verður leiddur út.

 

- Endamálið við nýggja bátinum er at tryggja framtíðar tøkuna hjá felagnum, at betra um góðskuna og at hækka tilbúgvingarstøðið. Eisini ynskja vit at seta djóravælferð og lívfrøðiliga trygd í hásæti, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.