Bakkafrost og Fróðskaparsetrið fara í samstarv

Bakkafrost hevur kunngjørt eina trý ára íløguætlan á 10 milliónir DDK í grunnin “Sunt Lív”. Hetta er ein av fleiri íløgum, sum Bakkafrost ger fyri at røkka sínum visiónum um burðardygd.

- Okkara visión verður gjørd ítøkilig við at gera tað gjørligt hjá milliónum av fólki kring allan heimin at fáa eitt sunt lív, tí vit framleiða sunnan og heilsugóðan laks í heimsflokki, sum er virkaður á ein ábyrgdarfullan hátt, sigur Bakkafrost.

 

Tað, sum er kunngjørt í dag, nú tað í ár eru 50 ár liðin síðani Bakkafrost varð stovnað, fevnir um stuðul á 2,1 milliónir DKK og avtalu um eitt trý ára samstarv við Fróðskaparsetur Føroya. Samstarvið skal styrkja náttúruvísindaligu granskingina á Fróðskaparsetrinum og hevur til endamáls at finna loysnir á teimum avbjóðingum, sum alivinnan kring allan heimin hevur.

 

Samstarvið við Fróðskaparsetrið hevur til endamáls at økja kunnleikan um, hvørja ávirkan aling hevur á umhvørvið, og hvørja ávirkan møguligar veðurlagsbroytingar hava á aling í Føroyum. Harumframt fara fiskaheilsa, fiskavælferð og lívfrøðilig trygd eisini at verða fevnd av granskingini.

 

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, sigur soleiðis.

- Stuðulin fer at gera Fróðskaparsetrið ført fyri at menna vitanina á økinum og gera tað áhugavert hjá øðrum pørtum at stuðla gransking á Fróðskaparsetrinum. Hetta fer somuleiðis at leggja lunnar undir at alivinnan fær atgongd til vælútbúgvin starvsfólk , sum fer at hava jaliga langtíðarávirkan á vinnuna.

 

 

- Grunnurin “Sunt Lív” er ein liður í okkara ætlan um at vísa á okkara fíggjarligu, sosialu og umhvørvisligu ábyrgd. Samstundis er hetta ein partur av einum størri átaki, har vinnan økir burðardygdina ígjøgnum ábyrgdafullar framleiðsluhættir. Hetta er avgerandi um vit skulu kunna nøkta tann vaksandi eftirspurningin eftir proteinum. Vit eru ovurfegin at fáa møguleika at samstarva við Fróðskaparsetrið, har vit saman styrkja føroysku alivinnuna, og vit vóna, at hetta samstarvið fer at vara leingi, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.