Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2018 í mun til 335 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Tøkan fyrsta ársfjórðing var 12.200 tons, sum er nakað minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 13.200 tons.
– Bakkafrost hevur tikið fisk í fyrsta ársfjórðingi í 2018 frá aliøkjum, sum hava havt eina verri gongd og hægri framleiðslukostnað enn undanfarna ársfjórðing. Laksaprísurin hevur tó verið hækkandi ígjøgnum ársfjórðingin, og vit hava sæð lutfalsliga stóra príshækking í tíðarskeiðinum. Bakkafrost hevur ikki somu nøgd av avtalum við kundar um liðugvørur, sum fyri einum ári síðan, og tí gjørdist framleiðslan av liðugvørum eisini minni enn í fjør. Havsbrún hevur havt eitt gott úrslit í hesum ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 228 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2018 samanborið við 373 milliónir krónur fyrsta ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 12 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2018 var 86 milliónir krónur samanborið við 45 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 13. apríl 2018, varð viðtikið, at 10,50 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta var eitt samlað vinningsbýti á 513 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 102 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.380 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fyrsta ársfjórðingi 2018, og solvensurin hjá Bakkafrost var 69%.
Bakkafrost gjørdi í januar 2018 avtalu við Nordea um endurfígging av 850 mió kr. bankaláninum og 500 mió kr. virðisbrævaláninum – sum varð afturgoldið 14. februar 2018 – við einum nýggjum fimm ára láni á 200 mió evrur. Nýggja lánsavtalan kann økjast við 200 milliónum evrum afturat í hesum fimm ára skeiði.