Fyrstu tríggir mánaðirnir í ár royndust væl hjá Bakkafrost. Úrslitið var 83 milliónir krónur fyri skatt og 67 milliónir krónur eftir skatt.
- Fyrsti ársfjórðingur royndist væl, og vit eru væl nøgd við úrslitið. Í løtuni missir Bakkafrost pening við at framleiða lidnar vørur, men av tí at felagið hevur stødd og fíggjarliga styrki at standa ímóti við, er hetta eingin trupulleiki í styttri tíðarskeið. Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi, tí er umráðandi, at vit hugsa við framtíðini í huga fyri at virðisøkja sum mest og varðveita tey um 200 arbeiðsplássini í hesi deildini, sigur stjórin Regin Jacobsen í tíðindaskrivi í morgun.
Bakkafrost seldi tilsamans 8.296 tons av laksi og setti 2,1 milliónir smolt út í fyrsta ársfjórðingi 2013.
Úrslitið frá primerum rakstri í fyrsta ársfjórðingi hjá alideildini var 125 milliónir krónur í mun til 49 milliónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er hækkandi laksaprísur tøkan av laksi var minni.
Liðugvørudeildin hevði eitt undirskot frá primerum rakstri áljóðandi 23 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi, móti einum vinningi á 11 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2012. Orsøkin til laka úrslitið er, at laksaprísurin hækkaði rættiliga nógv og skjótt í ársfjórðinginum, samstundis sum avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur vóru á einum lægri støði.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 19 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2013 í mun til fimm milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin er, at felagið hevur fingið hendur á meiri rávøru til laksafóður, og at marknaðarprísirnir hava verið nakað betri eftir ein slakan ársfjórðing frammanundan.
31. mars hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 775 milliónir krónur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012.
Bakkafrost gjørdi avtalu um at keypa 27% í alifyritøkuni Marine Harvest Faroes. Men tað keypið bleiv av ongum, tí norska móðirfelagið valdi at brúka sín forkeypsrætt.
Bakkafrost sigur seg hava fingið upplýst frá Vinnumálaráðnum, at keypið er í stríð við alilóggávuna, og í tíðindaskrivi í morgun sigur felagið seg tí vænta, at hetta kemur í rættlag.
Umleið 600 fulltíðarstørv eru í Bakkafrost samtakinum. Av hesum eru um 200 í liðugtvørudeildini og 75 á Havsbrún.
Bakkafrost metir útlitini fyri 2013 at vera góð. Bakkafrost væntar at taka umleið 45.000 tons í kruvdari vekt í 2013. Hetta er nakað tað sama sum í 2012. Bakkafrost væntar at seta 10 milliónir smolt út í 2013, hetta er heldur minni enn í 2012.
Bakkafrost væntar at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur í 2013. Íløgur verða gjørdar í øll lið í virðisketuni hjá samtakinum. Íløgurnar skula tryggja framhaldandi kappingarføri og vera við at gera Bakkafrost samtakið munadyggari, samstundis sum framleiðsluorkan skal økjast.