In.fo hevur í kvøld tosað við formenninar í teimum ymsu lokalfeløgunum hjá Sambandsflokkinum, og greitt er, at løgmaður ikki hevur undirtøku í sínum baklandið fyri at lata Jørgen Niclasen halda fram.
Ónøgdin í baklandinum hjá Sambandsflokkinum er stór. So stór, at bert tvey feløg siga seg stuðla formanninum í dag.
In.fo hevur verið í samband við formenninar í flest øllum feløgunum hjá Sambandsflokkinum.
Suðuroyar Sambandsfelag
- Tá løgmaður handlar beint ímóti tingmanningini, og sostatt ikki hevur tingmanningina aftanfyri seg, so hevur hann einki at gera sum løgmaður, sigur Svenning Borg, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag.
Hann vísir á, at løgmaður er valdur av flokkinum, og uttan stuðulin frá tingmanningini, kann løgmaður ikki halda fram.
Sandoyar Sambandsfelag
- Eg eri samdur við Helga Abrahamsen í, at Jørgen Niclasen einki hevur at gera í landsstýrinum. Tað er skeivt av løgmanni at fara ímóti tingmanningini og baklandinum, sigur Joen Petur Petersen, formaður.
Føroya Væl
- Eg haldi Kaj Leo skal hugsa seg ógvuliga væl um einaferð aftrat. Hann hevur ikki flokkin aftanfyri seg, og eitt slíkt mál kann oyðileggja flokkin, sigur Johan Petur Johannesen, formaður.
Vága Sambandsfelag
- Hetta er ein trupulleiki, sum Fólkaflokkurin eigur, men sum nú er endaður hjá okkum. Eftir hesa avgerð kann einki álit vera eftir á politisku skipanini, sigur Hugin Skaalum, formaður.
Samhald (Eysturoyar Sambandsfelag)
- Eg haldi ikki journalistar skulu sleppa at avgera hvør skal vera landsstýrismaður og ikki. Løgmaður gjørdi púra rætt, sigur Johan Petersen, formaður.
Norðoya Sambandsfelag
- Hetta er ein avgerð hjá løgmanni, sigur John William Joensen, formaður.
Sostatt er greitt, at meirilutin av baklandinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen ikki tekur undir við avgerðini hjá formanninum, at lata Jørgen Niclasen halda fram sum fíggjarmálaráðharri.
Røddir í Sambandsflokkinum siga eisini, at álitið á Kaj Leo Holm Johannesen sum formann er fokið, og sum in.fo skilur á støðuni í kvøld, var fráboðanin hjá løgmanni í dag dropin, sum fekk bikari at flóta yvir.
Enn er óvist hvørja avleiðing tað fær, men greitt er, at síðsta orðið í hesum máli er ikki sagt.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Norðstreymoyar Sambandsfelag, og Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum í kvøld.