Við einum dreymaskoti í evstu løtu tryggjaði Gareth Bale Tottenham trý stig í grannauppgerðini móti West Ham, sum annars var á odda 2-1.
Tottenham vann í kvøld 3-2 á West Ham. Gareth Bale legði gestirnar úr Tottenham á odda áðrenn dysturin var eitt korter gamal. Síðani javnaði Andy Carroll við brotssparki fyri hálvleik.
Í seinna hálvleiki legði Joe Cole West Ham á odda, tá hann var knappur í vendingini í brotsteignum hjá Tottenham. Síðani trýsti Tottenham alt teir vóru mentir, meðan West Ham var um reppið at økja.
Men beint sum West Ham hevði sín størsta møguleika fór Tottenham í álop og fekk fríspark. Tað bleiv sparkað innfyri og eftir trunkaspæl endaði bólturin hjá íslendinginum í Tottenham, Gylfi Sidurdsson, sum tætt undir málinum kundi prika bóltin í málið.
Leingi sá út til at tað skuldi enda við javnleiki, men tá klokkan vísti 90 minuttir tók Gareth Bale sakina í egnar hendir. Hann fekk bóltin uttanfyri brotsteigin eitt vet úti í vinstru síðu. Hann meddaði til bóltin, sum fór í handara málhorn. Eitt fantastisk mál, sum tryggjar Tottenham trý stig og triðja plássið, sum teir taka frá Chelsea.
Premier League:
West Ham Tottenham 2-3 (1-1)