Bale fer ongan veg

Hóast søgurnar siga, at Gareth Bale kann vera á veg til Manchester United, avsannar leikarin sjálvur tíðindini

Í seinastuni hava søgurnar gingið, at Manchester United skal keypa Real Madrid leikaran Gareth Bale komandi summar. Søgurnar eru enntá komnar so langt sum, at Manchester United má av við málverjan David De Gea fyri at fáa fatur á Gareth Bale.

 

Men í dag hava bæði Real Madrid forsetin, Florentino Perez og Gareth Bale sjálvur verið úti og avsannað tíðindini.

 

Gareth Bale segði aftaná dystin hjá Real Madrid móti AC Milan í kvøld.

 

-       Eg trívist væl í Madrid. Eg elski felagið, umhvørvið og býin. Og eg vil gjarna vinna fleiri steyp við Real Madrid. Eg havi ein sáttmála við Real Madrid til 2019, og tað kann væl vera at eg fari at spæla her longri enn tað.

 

Tí er helst einki um søgurnar, at Gareth Bale skal vera á veg aftur til Premier League.