Ball til den lyse morgen

Randi Næss Joensen og Torbjørn Andrias Lisberg

2. august hátíðarhalda 130 fólk stóra kærleiksdagin hjá 29 ára gomlu Randi Næss Joensen og 30 ára gamla Torbjørn Andrias Lisberg, sum giftast í Havnar Kirkju. Tey bæði funnu hvørt annað á einum diskoteki í Keypmannahavn, har tey eisini búgva saman á fimta ári.

Á Valentinesdegnum í ár, tann 14. februar, bjóðaði Torbjørn Randi út at eta fínt. Tá fall hann eisini á knæ og bað um hond hennara. Henni nýttist onga umhugsunartíð, tók ímóti ringinum og svaraði ja.

Til veitsluna, sum verður í Pállstovu, fer Hansa Johannesen at kokkast við trimum rættum. Harumframt verður køkuborð, morgunmatur og alt hugsandi at drekka afturvið.

Brúðarparið hevur keypt sær stás í Danmark: Randi ein hvítan brúðarkjóla og Torbjørn myrkan klædning. Eisini verða tvær lítlar brúðargentur í fínum diddukjólum, og til felagssangin verða harmonika og gittari. Dansurin verður ikki at kimsa at, tí Fróði og Deiggj undirhalda til den lyse morgen – men áðrenn hetta, er brúðarparið helst farið heim á Hotel Hafnia, har svitan stendur klár.


Blómur: Rósur

Litir: Hvítt, reytt og gull