Ulrik Balling, sum hevur verið burtur við skaða, var aftur millum málskjúttarnar, tá ið Vejle vann stórsigur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Vejle spældi á heimavølli ímóti Ølstykke og vann 5-1. Ulrik Balling, sum eitt hálvt ár spældi fyri NSÍ, skoraði eitt av málunum hjá Vejle, sum hevur beina kós í superliguna. Vejle er 11 stig frammanfyri nummar 2 í donsku 1. deild.