Balotelli bjargaði Liverpool

Mál frá Mario Balotelli var ein av høvuðsorsøkunum til, at Liverpool í kvøld spældi seg víðari í Capital One Cup

Italski álopsleikarin, Mario Balotelli, var í kvøld ein av høvuðsorsøkunum til, at Liverpool spældi seg víðari í Capital One Cup.

Mario Balotelli hevur annars verið nógv útskeldaður, síðani Liverpool fyrr í summar keypti italska áleyparan. Áleyparin eigur enn til góðar at skora í Premier League.

 

Til dystin í kvøld, hevði Liverpool venjarin, Brendan Rodgers, valt at byrja við Rickie Lambert í álopinum ístaðinfyri Mario Balotelli. Tað sá eisini leingi út, til at gestirnir úr Swansea skuldu fara avstað við sigrinum.

 

4 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað tó Liverpool at koma við aftur í dystin. Innskifti Mario Balotelli fekk fótin á innlegg, og javnaði til 1-1. Tí sá út til at dysturin skuldi fara í longda leiktíð, men í allar seinastu løtu, fekk verjuleikarin, Dejan Lovren skalla Liverpool á odda 2-1, ið eisini varð endaliga úrslitið.

 

Liverpool – Swansea 2-1 (0-0)

0-1  Marvin Emnes

1-1  Mario Balotelli

2-1 Dejan Lovren

 

Í hinum dystunum vóru úrslitini hesi:

 

Bournemouth – West Bromwich 2-1

 

MK Dons – Sheffield United 1-2

 

Shrewsbury – Chelsea 1-2

 

Fulham – Derby County 2-5