Tað siga forsetarnir í Litava og Lettlandi mikudagin við støði í fregnartænastuupplýsingum.
Litavski forsetin, Gitanas Nausėda, og lettiski forsetin, Edgars Rinkēvičs, hildu mikudagin tíðindafund í Vilnius.
– Talan er um orku- og samferðslukervi – støð, har skaði kann órógva alla orkuskipanina, segði Nausėda.
Sambært honum fer fyrireikingin fram á hægsta stigi í Moskva.
Lettiski forsetin segði, at Estland, Lettland og Litava mugu vera fyrireikað upp á russiskar royndir at skapa ófrið.
– Sjálvt uttan ein fullan russiskan sigur í Ukraina kann Russland royna at testa grein 5 og svarskipanirnar hjá Nato og ES, segði Rinkēvičs.
Grein 5 í Nato-sáttmálanum er tann sonevnda samverjuskipanin, sum sigur, at eitt álop á eitt limaland verður mett sum eitt álop á øll limalondini.
Ávaringarnar eru tær seinastu í røðini av útmeldingum frá londum á eystara veingi hjá Nato, sum meta, at Russland fer at royna at testa verjusamstarvið.
Í juni segði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, at væntast kann ein øking í spenninginum komandi vikurnar og mánaðirnar.
Baltisk og pólsk embætisfólk hava áður sett Russland í samband við fleiri hendingar, millum annað eldsbrunar og netálop.
Litava hevur sambært forsetanum styrkt verjuna av orku- og samferðslukervinum.
Russland vísir skuldsetingunum aftur.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, kallar útmeldingarnar fyri "nýggjar ræðusøgur", sum hava til endamáls at fyrireika fólkið upp á størri hernaðargerð.
Litava er tað Nato-landið, sum brúkar størsta partin av sínari búskaparligu framleiðslu til verju. Landið brúkar 5,33 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju.











