Bandero er farin úr íslendskum sjógvi

Skipið Bandero, sum hevur verið í íslendskum sjógvi fyri at mótmæla íslendsku hvalaveiðuni, er nú farið úr 200 fjórðinga búskaparøkinum hjá Íslandi.

Tað upplýsir talsfólk hjá íslendsku Landhelgisgæsluni sambært Iceland Monitor.

 

Bandero hevur seinastu vikurnar fylgt hvalaveiðiskipunum hjá Kristjáni Loftssyni og hevur verið miðpunkt í átakinum hjá felagsskapinum hjá Paul Watson móti íslendsku hvalaveiðuni.

 

Íslendska Landhelgisgæslan hevur fylgt skipinum tætt, meðan tað var í íslendskum sjógvi. Sambært Iceland Monitor er skipið nú farið út um íslendska búskaparøkið.

 

Bandero hevur vakt ans í Føroyum, tí Paul Watson og felagsskapur hansara hava leingi verið hørð mótstøðufólk móti grindadrápi og hvalaveiðu í Norðuratlantshavi.

 

##med2##