Bangin fyri skúlanum

Klumma: Í morgin skal eg verða við í flokkinum hjá 8 ára gamla soninum allan dagin. Eg havi blandaðar kenslur mótvegis skúladegnum. Eg vil – men samstundis vil eg ikki verða við í flokkinum.

Í morgin skal eg verða við í flokkinum hjá 8 ára gamla soninum allan dagin. Tað er vanligt, at foreldur gera soleiðis her í Svøríki.


Eg havi blandaðar kenslur mótvegis skúladegnum. Eg vil – men samstundis vil eg ikki verða við í flokkinum.


Tey foreldur, ið hava verið við, eru øll glað og jaliga yvirraskað. Men míni eygu eru tíanverri - vegna egnar royndir - serliga vand at síggja øll tey, sum ikki hava tað so gott í skúlanum.


- Eg eri bangin fyri at síggja ein einsamallan næming, sum ongin spælir við.


- Eg eri bangin at síggja ein næming, sum dugir svarið til spurningin, sum lærarinnan spyr - men hon/hann torir ikki at siga svarið av ótta fyri at ein floksfelagi rópar okkurt ljótt.


- Eg eri bangin fyri at síggja næmingar, sum halda til í einum horni fyri seg sjálvi, tí tað er tryggast har, og ongin leggur merki til tey.


- Eg eri bangin fyri at síggja næmingar berjast, og ongin lærari ger nakað


- Eg eri bangin fyri, at ein næmingur fer grátandi til læraran og hann/hon svarar: “Hatta var ikki so farligt. Eitt sindur mást tú tola."


- Eg eri bangin fyri at síggja næmingar, sum vilja pissa, men sum ikki tora inn á vesið, tí tey ikki vita, um tey sleppa út aftur haðani.


Eg eri snøgt sagt bangin fyri skúlanum. Og eg eri so hjartans glað fyri, at eg eri sloppin langt burtur haðani - men míni eygu og oyru eru víðopin.


Tí ongin skal nýtast at hoyra ljót orð um seg sjálvan og sína familju, blíva sligin, blíva sparkað og útfryst á sínum arbeiðsplássi. Og tað er júst tað, skúlin er. Hann er arbeiðsplassið hjá okkara børnum í 10 heili ár.


Eg vóni av øllum mínum hjarta, at eg við løttum fetum gangi út úr skúlagarðinum í morgin eftir skúlatíð. Men eg lovi samstundis mær sjálvari og tykkum øllum, sum lesa hetta, at eg sigi frá, um eg síggi nakað av tí, eg eri bangin fyri at síggja.


Lovið tit tað eisini. So kunnu vit kanska saman gera mun og minka um happing.