Bangladesh á veg móti fólkaræði

Valið í Bangladesh var eitt gott stig fram móti fólkaræði. Frá føroyska eygleið­aranun, Lindu Joen­sen, hava vit fingið fyribils frágreiðingina

Tað er sera lítið, sum hevur verið í miðlum um okkara leiðir um valið í Bangladesh tann 29. desember.

Eitt undantak er tó Sosial­urin. Hetta hevur eina ser­ligu orsøk. Í blaðnum tann 23. desember høvdu vit eina frásøgn um ein av eyg­leiðarunum hjá ES, Europe­iska Samveldinum, við val­ið. Hetta var Linda Joensen, dóttir Dan hjá Alvin og Elisabeth Joensen í Vági.

Linda er partur av einum liði, sum ES hevði sent til Bangladesh. Tað vóru til­sam­ans 125 eygleiðarar úr trimum liðum frá teimum 25 ES londunum + Noreg og Sweits. Samlaða fólka­talið í hesum londum er um eina hálv milliard.

Føroyar kunnu tí vera errin um, at ein við tí ser­føroyska eftirnavninum Joen­sen hevur verið við í hes­um eygleiðarahópi. Einki land hevur uppá seg verið so væl umboðað sum Føroyar.

Sum greitt varð frá á í umrøddu grein, er manna­gongdin tann, at eygleið­arabólkurin ger eina fyribils frágreiðing um valið beint eftir, at tað er liðugt. Síðan verður ein endalig frá­greið­ing gjørd.

Vit hava frá Lindu fingið fyribilsniðurstøðuna hjá ES-eygleiðarunum og vegna føroysku luttøkuna halda vit tað vera av áhuga at endurgeva nakað av høv­uðsinnihaldinum.

Fyrst kann sigast, at leið­arin í bólkinum er Alexander Graf Lambsdorff, sum er limur í EU parlamentinum.

Eygleiðararnir hava verið spjaddir um alt Bangladesh at eygleiða mannagongdina við valinum. Á valdegnum vitjaðu eygleiðararnir 800 valstøð í seks landspørtum í landinum.

“Longterm”-eyg­leið­ararnir, sum hava verið við at lagt lag á, hvussu valið skuldi skipast, eru fram­vegis í landinum, har teir skulu fylgja gongdini eftir valið. Linda er ein av hesum 44. Í mars kemur endaliga frágreiðingin við tilmælum um ábøtur á mannagongdina til eitt komandi val.

Fyribils niðurstøðurnar eru í stuttum:

Parlamentsvalið í 2008 merkir eitt týðandi stig mótu endurskipan av demo­kratiskum stýri í Bangla­desh. Eitt vælskipað val og høg valluttøka lýsti ein av­gjørdan vilja hjá fólkinum at venda aftur til fólkaræði, eftur at landið hevur verið í undantaksstøðu í fleiri ár. Burtursæð frá nøkrum tekniskum trupulleikum gekk valið, sum tað skuldi. Úrslitið av valinum verður mett at vísa støðuna hjá fólk­inum til teir, sum bjóð­aðu seg fram. ES eygleið­ararnir merktu nevniliga einki til nakað slag av val­sviki.

Tað er øll orsøk til at hava álit á valnevndini í Bangla­desh. Hon hevur dugað at greiða tær avbjóðingar, sum hon hevur fingið. Hon hev­ur syrgt fyri, at valið livir upp til altjóða støði.

Tó telur tað frá, at um 3 milliónir 18 ára gomul ikki fingu nýtt sín rætt til at velja, tí skrásetingin av veljarum gekk ikki longur fram enn til 1. januar 2008. Tí fingu tey ikki valt, sum hava fylt 18 ár í 2008.

Onnur smávegis brek vóru eisini, men tey eru tó ikki so álvarsom, at tey skapa iva um úrslitið.

Annars var val hildið í 299 valdømum. Valskipanin er tann sama sum í Bret­landi. Ein tinglimur verður valdur í hvørjum valdømi og vinnarin er tann við flestu atkvøðunum. Tískil eru 299 tingfólk. Eingin eyka­valdur er, og tí kann ikki roknast við, at samansetingin av tinginum er tann sama sum at­­kvøðu­býtið millum flokkarnar. Men hetta er vanligt.

Tað vóru 38 skrásettur flokkar, og samlaða talið á valevnum var 1.538. Av hes­um vóru 141 óheft val­evni. Krøv vóru eisini sett til valevnini. Tey, sum til dømis høvdu framt svik, vórðu vrakað og komu ikki á listan, og tey vóru nokk so nógv. Summi valevni sluppu tó aftur á listan eftir hægstarættardóm.

Sum hjá okkum vóru allir vongir í politikki umboðaðir. Teir vóru frá verðsligum og sosialistiskum flokkum til islamiska fundamental­ismu.

Valstríðið var friðarligt og sakligt og fór fram í ein­um góðum anda. Herurin var tó tilbúgvin, um nakað skuldi hent.

Fjølmiðlarnir spældu eis­ini ein leiklut, og eisini her eru tað loftmiðlarnir, sum fáa størri og størri týdning.

Í nógvum londum fara teir almennu miðlarnir ofta í part við teir ráðandi. Men í hesum førinum var sendi­tíðin býtt so kristiliga mill­um flokkarnar, sum tað kundi gerast.

Hóast kvinnurnar gera seg galdandi í støðum, sum greitt frá í fyrru greinini, so stendur verri til, tá ið hugs­að verður um heildina. Tað vóru bert 52 kvinnur mill­um tey 1.538 valevini.

Valluttøkan var høg, heili 80%. Samlaða talið av velj­arum var um 80 mill, eitt sindur fleiri kvinnur enn menn.

Kvinna verður forsætisráðharri

Tað vóru tvær høvuðs­sam­gongur til valið. Báðar góvu stór vallyftir. Tær vildu útvega fólkinum bílig­ar vørur, og tær vildu berjast móti víðgongdum islamist­um, sum gera um seg her eins og í øðrum líknandi londum. Tær vildu berjast móti korruptión, sum leið­ararnir annars sjálvir hava verið ákærdir fyri. So vildu teir eisini seta gongd í vøkst­ur í samfelagnum. Hetta er alt slíkt, sum er sera til­trongt.

Fyrrverandi forsætisráð­harrin Sheikh Halina, sum stendur á odda fyri Awami ligaini vann stórsigur, og flokkurin væntast at fáa 230 sessir í tinginum. Tað var hesin flokkur sum stóð fyri loysingini frá Pakistan í 1971.

Tann stórti taparin er tískil tjóðskaparflokkurin við fyrrverandi forsætis­ráð­harranum Khaleda Zia á odda. Sum vanligt er hjá taparum hevur hann eisini klagað um valið, hesum fæst neyvan nakað burtur úr. Báðir oddamennir høvdu annars lovað at virða almenna valúrslitið, men hetta er lættari hjá sigur­harranum enn hjá taparan­um! Tað hevur annars verið nakað av ófriði eftir valið, og higartil er boðað frá tveimum, sum eru deyð.

Nýggi forsætisráðharrin eitur Sheikh Hasina Wazed. Hon er dóttir og elsta barn hjá Sheik Mujibur Rah­mann, sum verður roknaður sum stovnarin av Bangla­desh, og sum eisini var fyrsti forsætisráðharrin Bangla­desh. Hann varð myrdur í 1975. Hasina er 61 ára gomul. Hon hevur verið floksmaður í Awami ligaini síðan 1981. Tað hev­ur gingið upp og niður hjá henni við politiska viðrák­inum, men hon var for­sætis­málaráðharri 1996-2001. Hon giftist í 1968 við kjarn­orku­vísindamanninum M.A. Wazed. Tey eiga tvey børn, sum bæði búgva í USA.

Vit kunnu bert fegnast um, tá ið tað gongur framá við fólkaræðinum úti í heimi. Tað er einki at ivast í, at nýggja stjórnin fær nóg mikið av avbjóðingum.