Bankakundar kenna nú sviðan

Seinastu tíðina hava fólk upplivað, at bankarnir eru nógv varnari at lata lán og at loyva troti. Vit vita um fleiri dømi, har kundarnar hava upplivað nýggir bollar í bankasuppuni

Sosialurin hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava upplivað, at peningastovnarnir nú tátta í viðvíkjandi lánum og troti. Hetta, aftan á eitt áramál við uppgangstíðum og bjartskygni.

Men nú jólini eru farin framvið, og slúknu januarkontoirnar skulu fyllast aftur, kunnu vit bert staðfesta, at vánaligu búskaparútlitini eisini eru farin at merkjast hjá meiniga føroyska bankabrúkaranum. Hesin er í besta føri púra óheftur av øllum peningastovnum, og í ringasta føri læntur upp um bæði oyru, við troti á kontoini og stakkum av ógoldnum rokningum. Óansæð, so hava vit øll brúk fyri einum peningastovni, so ella so.


Tænastan broytt

Um halguna hava vit fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum siga seg hava fingið eina øðrvísi viðferð frá bankunum, enn tey eru von við. Vit fara ikki í smálutir við málunum, bæði tí fólk aftra seg við at standa fram við navni, umframt at okkara uppgáva er ikki at meta um gjaldsføri hjá føroyskum bankakundum. Heldur ikki kunnu peningastovnarnir úttala seg um ítøkiligu málini. Men samanumtikið vísa áheitanirnar eitt mynstur, sum bendir á eitt rák, sum vit helst skulu venja okkum við: At peningastovnarnir eru vorðnir meira eldhugaðir at krevja inn og varnari at læna út.


Ongin hús á grundstykkið

Vit kenna til dømi um vælútbúgvin hjún, sum eiga grundstykki í Suðurstreymi og við væl løntum, føstum størvum hjá tí almenna. Tað kom óvart á hjá teimum, tá bankin noktaði teimum 1.2 mió. kr. í láni, sum tey ætlaðu at byggja fyri. Hetta hevði vallað komið fyri, fyri einum ári síðani ella tveimum.


Óhøviskur ráðgevi

Kvinna, sum hevði flutt peningaviðurskifti síni í annan peningastovn, varð uppringd av bankanum undan jólum. Ein gomul konto var av óvart komin á minus 1700 kr. Tónin hjá bankaráðgevanum var bæði avgjørdur og óhøviskur: Nú tú hevur flutt tíni viðurskifti í annan stovn, skalt tú ikki lata kontoir standa her og koma í trot. Fá hetta frá hondini beinanvegin! Kundin er ovfarin, tí hann hevur altíð svarað hvørjum sínum í bankanum.


Sjómaður fyri skotum

Eitt annað dømi eru hjúnini, har maðurin siglir úti og lønin kemur inn síðst í januar. Lønarkontoin er, sum ofta fyrr, farin á trot. Hóast tey eiga hús og uppsparing, verða tey uppringd av bankanum, við boðum um, at trotið skal burtur innan tvær vikur.


Noyðast at selja

Eisini hoyra vit um hjún í størri bygd, sum í sambandi við lestrarørindi uttanlands, spyrja bankan, um húsaleigan kann dekka avdrøgini til húsalánið, meðan tey eru burtur. Hetta verður noktað teimum og tey noyðast at selja húsini.


Nei til at umvæla summarhús

Maður í Havn, við góðari inntøku og nógvum frívirði, biður um hækkan av láni til ábøtur á summarhúsið. Talan er um eina hækking úr 150 tús. upp í 180 tús. Maðurin fær avslag.


Visa-kortið sperrað

Ung kvinna, sum verður lønt við provisión, fær løn fyrst í januar. Í samráð við bankaráðgevan verða rokningar kortini goldnar síðst í desember, so kontoin kemur á trot. Men Visa-kortið var sperrað, nú hon fer til handils aftan á nýggjár.