Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðuloyvum.
Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins, greitt á landsfundinum í flokkinum í morgun.
- Hetta svarar til at av handa ognar- og ræðisrættin til bankarnar, leggur hann afturat.
Í formansfrágreiðing síni staðfesti hann, at tilfeingisgjald varð lagt á makrelin í 2013 og næsta ár er ætlanin, at eitt tilfeingisgjald verður lagt á øll rættindi í fiski- og alivinnuna.
- Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur í eitt áramál
Hesin brúksrættur skal ikki vera í styrri enn átta ár og í mesta lagi 12 ár, segði løgmaður.
Hann gjørdi samstundis greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at latin verða rullandi brúksloyvi og óavmarkaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna.