Bankar flýggja úr Danmark

Síðani fíggjarkreppan byrjaði, eru fleiri útlendskir bankar farnir úr Danmark Fyri nøkrum fáum árum síðani valdu fleiri útlendskir bankar at fáa sær deild í Danmark, men síðani altjóða fíggjarkreppan fór at gera um seg, eru fleiri teirra rýmdir av landinum aftur. Tað skrivar Berlingske Tidende.

Tað eru tvinnar orsøkir til, at teir útlendsku bankarnir fara úr Danmark. Onnur er pengatrot, og hin er, at fleiri teirra hava fingið stuðul frá tí almenna í heimlandinum og hava samstundis fingið krav um at brúka pengarnar har.

Millum bankarnar, sum hava lagt virksemið í Danmark niður, eru bretski bankin Northern Rock og Nord Bank DnB, sum norðmenn og týskarar eiga, og í februar gavst tann amerikanski Citi Bank at læna dønum pengar.