Bankar læsa gjaldskort uttan ávaring

Uttan fráboðan hava føroysku peningastovnarnir við virkni frá 24. november í ár gjørt av at steðga nýtsluni av Visa Elektron sum gjaldskort um næturnar. Kaféir, barrir, hýruvognar og brúkarar eru óvitandi um broytingina og hava brent seg fleiri ferðir av tí sama og standa spyrjandi eftir

Seinastu árini hava rættiliga nógv ung valt at fáa sær eitt gjaldskort av slagnum Visa Elektron. Hetta kortið er gjørt serliga til ung fólk, av tí at hetta kortið ikki kann setast í trot. Men hetta er eftir øllum at døma ikki tað einasta, hetta slag av korti ikki kann.

Náttina til sunnudagin 23. november kundi tú nevnliga fara á barr, kafé, seta teg í ein hýruvogn ella keypa á internetinum og gjalda við Visa Elektron uttan trupulleikar.

Náttina eftir er støðan ein heilt onnur. Tá høvdu peningastovnarnir gjørt av at stramma upp við nýtsluni av Visa Elektron, og kundi tú tá brádliga ikki longur nýta hetta kortið sum gjaldsmiðil frá klokkan 2 til 5.30, sama tíðarskeið sum sjálvtøkurnar kring landið eru stongdar.

Orsøkin til at peningastovnarnir hava tikið hesa avgerð er at peningastovnarnir, í samráð við P/F Elektron, ið umsitir tekniska partin av skipanini og týdningarmest saldoeftirlitið, frá 24. november hava sett nýggjar mannagongdir í gildi, sum siga, at mest loyvda nýtsla á Visa Elektron kortunum er null krónur um náttina frá klokkan 2 til 5.30.

Tískil kanst tú ikki nýta Visa Elektron kortini sum gjaldsmiðil frá klokkan 2 til 5.30, soleiðs sum kundi áðrenn.


Hvørki brúkari ella seljari fingu boð

Tá tú fær tær eitt Visa Elektron gjaldskort frá peningastovnunum, fær tú samstundis útvegað ein bókling ella eitt hefti við brúkarareglum saman við kortinum. Í hesum hefti, í øllum førum hjá Eik Banka, stendur tó skrivað at kortið ikki kann nýtast sum úttøku- ella gjaldskort í tíðarskeiðnum frá klokkan 2 til 5.30 um náttina.

Hóast hetta stendur í brúkarareglunum hevur tað, síðan kortið kom á marknaðin, verið gjørligt at nýta kortið sum gjaldsmiðil hetta tíðarskeiðið.

Hetta hava bæði brúkarar og seljarar tikið til sín og vant seg við. Serliga hevur hetta verið nýtt í vikuskiftunum, tá nógv ung fólk nýta hesi kortini til at gjalda við á kaféum, í náttklubbum, pitsabúðum ella fyri hýruvognin.

Tískil standa bæði brúkarar og seljarar nú brádliga sum tvey stór spurnartekin og uttan frágreiðing, tá kortið verður avvíst av terminalinum. Hvørgin veit grundgevingina. Eigarin av kortinum veit at peningur er tøkur á kontuni, og seljarin veit at terminalurin tekur Visa Elektron og at sambandið er í lagi, tí onnur kort ganga ígjøgnum.



Teknisk frágreiðing

Tað er fyritøkan P/F Elektron, ið umsitur allan peningastreymin fyri bankarnar. Við teirri skipan og teirri útgerð, teir hava í løtuni, verða teir noyddir at lata skipanina aftur nakrar tímar um náttina, frá klokkan 2 til 5.30, meðan teir gera backup av skipanini og tryggja tann platformin, skipanin er bygd á.

Hesar tímarnar, meðan skipanin ikki er virkin, er saldoeftirlitið eisini niðri. Hetta merkir so at tað lyfti, sum bankarnir geva, tá teir útflýggja kortini, at tað ikki kann yvirtrekkjast, er ógjørligt at halda. Hesar tímarnar bar nevnliga til at yvirtrekkja kortið við keypi á internetinum ella í kaféum og ørðum. Hetta tí at peningastovnarnir, sjálvt um teir søgdu í brúkarareglunum at kortið ikki kann nýtast sum gjaldskort hesar tímarnar, loyvdu at kortið kundi nýtast sum vanligt.


Misbrúktu vindeygað

Sambært Øssur Nolsøe, deildarstjóra hjá Eik í Suðurstreymoy, er orsøkin til at peningastovnarnir nú tátta í, at teir sóu at alsamt fleiri við vilja valdu at brúka hetta vindeygað, meðan saldoeftirlitið var niðri, til at keypa við kortunum, sjálvt um eingin peningaligur dekningur lá aftanfyri. Hetta var serliga galdandi fyri keypi á heimasíðum.

- Vit marknaðarførdu kortið uppá at tað ikki bar til at yvirtrekkja kortið, og vit valdu at tátta í tá vit sóu at hesin trupulleikin stakk seg upp, sigur Øssur Nolsøe, deildarstjóri hjá Eik í Suðurstreymoy.