- Sandoyggin stendur frammanfyri stórum broytingum, og við bøttu samferðsluviðurskiftunum fyri framman, nú fast samband verður um nøkur ár, er grundarlag fyri, at oyggin aftur kemur at mennast við fólkameingi.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum vísir á, at hóast tað ikki enn sæst aftur í fólkahagtølunum nú, er Sandoyggin kortini eitt livandi og liviligt stað, har nógvir spírar eru at síggja.
- Á Sandi er aling á vánni, og hóast avbjóðingar hava verið, verður alingin avgjørt eitt bein hjá kommununi at standa á aftrat í framtíðini.
Sandsbygd er best egnaða økið í landinum til landbúnað, og tað er serliga grønmetisframleiðslan, sum hevur vind í seglunum í løtuni.
- Hetta sær eisini út til at kunna menna seg enn meiri, nú ætlanir eru í umbúna um ein háskúla innan hetta økið. Hetta skapar grundarlag fyri trivnaði og eini felagskenslu av, at vit megna at lyfta í felag.
Borgarstjórin sigur, at talið av støðugum almennum arbeiðsplássum er eisini vaksið í Sandoynni við nýggja umlættingardepilinum, og tilverugrundarlag er tryggjað teimum sum hava serligan tørv í oynni.
- Vit hava allar tænastur, sum barnafamiljur hava tørv á. Her er eingin bíðilisti, og um fimm ár verður koyrandi í oynna, og tá verður skjótt at koma til og frá.
Brandur Sandoy vísir á, at tað verður skjótari av Sandi til Glasir, Landssjúkrahúsið, handlar og tænastur í Havnadali og til ymiskt annað í høvuðsstaðnum enn hjá teimum, sum búgva á Hvítanesi og skulu koyra í ferðsluni í Havn.
- Tað er upp á tíðina, at borgarar í landinum byrja at hyggja suður um Skopunarfjørð og taka Sandoynna sum eitt seriøst alternativ til at byggja í trunkanum og meldrinum í Havn.
Borgarstjórn leggur dent á, at tað so sanniliga eisini er upp á tíðina, at fíggingarstovnar okkara gera tað sama og syrgja fyri, at borgarar hava sama møguleika at fáa fígging til bústað í Sandoynni sum í Havn.