Bankarnir fáa skyldina av kreppuni

Triði hvør dani heldur, at bankarnir hava skyldina av skuldarkreppuni í Evropa. Tað vísir ein kanning, sum internetbankin Nordnet hevur staðið fyri. Ein tilsvarandi kanning er gjørd í Svøríki, men har vildu tey flestu vera við, at Grikkaland er tann stóri syndarin.

Kanningin hjá Nordnet vísir, at í Danmark vænta tey flestu, at Evropeiski Miðbankin og ES fara at loysa kreppuna. Hinvegin vænta bara 13 prosent, at tað verða bankarnir, sum fara at koma við loysnini.

Nordnet-kanningin vísir eisini, at danir vænta ikki, at kreppan fer at enda í bræði. 18 prosent halda, at tað ringasta er av, men 63 prosent halda, at tað ringasta er eftir enn. 13 prosent hava eina vón um, at kreppan fær ein enda innan eitt ár, men nógv tey flestu rokna við, at kreppan kann vara eini fimm ár, skrivar DR.