Bankastjórar tríggjar dagar í rættinum

Í næstu viku byrjar so endiliga sakarmálið hjá Fíggjarligum Støðufesti móti gomlu leiðsluni í Eik Banka. Í hesum fyrsta umfarinum eru tríggir dagar settir av til málið, men tað er lítið av miklum, tí væntandi skulu 130 rættarfundir haldast, áðrenn dómarin kann taka málið upp til dóms.

Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt Frithleifi Olsen, nevndarformanni, Odd Arild Bjellvåg, næstformanni, Marneri Jacobsen, forstjóra, Bjarni Olsen, stjóra, Hans Jóhan Laksá, grannskoðara og grannskoðaravirkinum NOTA. 

Kravið frá Fíggjarligum støðufesti er 150 milliónir krónur. Saksøktu krevja hinvegin frídøming.

Fíggjarligt Støðufesti hevur higartil stevnt átta bankaleiðslum fyri teirra leiklut í fíggjarkreppuni í 2008. Fíggjarligt Støðufesti hevur kravt yvir tríggjar milliardir krónur í endurgjaldi. Ikki er tað heilt ókeypis, higartil hevur Fíggjarligt Støðufesti rindað 258 milliónir krónur í sakføraralønum, skrivar Ritzau.

 

Her eru tey átta bankamálini, sambært Ritzau:
- Roskilde Bank. Stjórn, leiðsla grannskoðari verða kravdir eftir einari milliard í endurgjaldi. Eystari landsrættur fríkennir øll somul.

 

- Amagerbanken. 11 eru stevnd. Sjey teirra skuldu rinda 900 milliónir krónur og fýra 300 milliónir krónur. Rætturin í Lyngby hevur fríkent øll, men Fíggjarligt Støðufesti hevur kært dómin, men lækkað endurgjaldskravið til 375 milliónir krónur. 

 

- Capinordic Bank. Í eini semju fekk Fíggjarligt Støðufesti 70 milliónir krónur. Í Eystara Landsrætti kravdi Fíggjarlist støðufesti tríggjar leiðarar eftir 400 milliónum krónum, men dómurin bleiv 90,5 milliónir krónur. Hesin dómurin er kærdur til Hægstarætt.

 

- EBH Bank. Stjórn, leiðsla og grannskoðarar eru stevndir eftir 718 milliónum krónum. Málið byrjaði í Vestara Landsrætti í septembur.

 

- Eik Banki Danmark. Stjórn, leiðsla og grannskoðarar eru stevndir eftir 250 milliónum krónum. Eystari landsrættur hevði fyrsta av teimum 100 rættarfundunum á skrá í septembur.

 

- Eik Banki Føroyar. Sjey persónar eru stevndir eftir 150 millónum krónum. Málið byrjar í Føroya Rætti. 8. januar 2018.

 

- Løkken Sparekasse. Sjey persónar eru stevndir eftir 275 milliónum krónum. Málið byrjar í Vestara landsrætti næsta ár.

 

- Andelskassen JAK í Slagelse. Stjórin og nevndarformaðurin eru stevndir eftir 14,3 milliónum krónum. Rætturin í Glostrup skal viðgera málið.