Bankastjóri í geglið

Í Kina hava myndugleikarnir dømt ein fyrrverandi bankastjóra tólv ára fongsul fyri svik.

Wang Xuebing var stjóri í Bank of China og China Construction Bank, sum tað almenna eigur. Í november í fjør varð hann koyrdur úr kommunistaflokkinum, og tá vildu kinesiskir fjølmiðlar vera við, at hann hevði tikið ímóti 341.000 amerikonskum dollarum í mutri, og at hann harafturat hevði fingið 17 ur av teimum dýru sløgunum. Fjølmiðlarnir vildu eisini vera við, at hann hevði dusað sær í marglæti, og hann fleiri ferðir hevði havt vitjan av ungum kvinnum av tí lættara slagnum í Hongkong.

Í rættinum varð fyrrverandi bankastjórin funnin sekur og dømdur tólv ár aftan fyri rimarnar. Útlendsk bankafólk, sum kenna hann, siga, at hann varein sera kurteisin bankamaður, dugdi sera væl enskt, og at hann uttan iva var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri arbeiðið at menna og nútímansgera tann kinesiska fíggjarheimin.