In.fo hevur sett stjóranum á Havstovuni, Eilifi Gaard, nakrar spurningar um royndir og annað á Føroyabanka, nú líkt er til, at fleiri í politisku skipanini høvdu ynskt, at avmarkaðar vinnuligar royndir aftur verða gjørdar á Bankanum eftir friðing í fleiri ár.
Hvørjir bátar hava gjørt royndir á Bankanum í ár, og hvussu umfatandi vóru hesar royndir?
- Slætnatindur gjørdi royndirnar. Teir royndu á øllum dýpum á Bankanum, mest við húkastødd 14. Nakrir fáir hond-egndir stampar við smærri húkum (stødd 12) vórðu eisini settir.
Í svarinum til henda spurning hevur Eilif Gaard lagt við eina samanteljing av fiskasløgum og nøgd av hvørjum einstøkum fiskaslagi fyri túrarnar hjá Slætnatindi.
Samanteljingin, sum kann síggjast í Sosialinum í dag, vísir, at veiðan av toski og hýsu er rættiliga lítil á túrunum hjá glastrevjabátinum.
Er tað ikki løgið, at báturin ikki fekk meira av hýsu, nú sagt verður - eisini av Havstovuni - at hýsa er víða um havið?
- Sum sæst á heimasíðuni hjá okkum – hav.fo – hava fleiri tær seinastu yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka víst nógva hýsu.
Eilif Gaard heldur, at tað helst er rættiliga stóri húkurin – stødd 14 – sum er orsøkin til, at Slætnatindur ikki fekk nakrar serligar nøgdir av hýsu.
Eg havi hildið, at Havstovan er heitari fyri kvotum enn fiskidøgum. Hvussu hugsar Havstovan sær, at eitt nú hýsa og hvítingur kunnu veiðast á Føroyabanka, nú líkt er til, at hesir stovnar eru væl fyri?
- Tað er torført at siga her og nú, og tað er ein avbjóðing, eftir sum toskurin má verjast, sigur stjórin á Havstovuni.
Men, heldur Havstovan tað so vera best, at Føroyabanki er stongdur fyri eitt nú línuveiði, til toskurin einaferð kemur fyri seg aftur?
- Føroyabanki er stongdur fyri at verja toskin. Ikki hýsu, longu ella onnur sløg. Ein fyritreyt fyri, at Havstovan kann viðmæla veiði er, at toskur framvegis kann verða vardur. Svarið veldst, um tað ber til ella ikki.
Tað frættist, at rættiliga nógv havtaska er á Føroyabanka. Er best, at eisini hon verður verandi har, til toskurin er komin fyri seg aftur?
- Her má eg vísa til sama svar, sum eg gav til spurning 4, sigur Eilif Gaard, sum visir á, at Havstovan eisini samstarvaði við ein garnabát seinasta summar um royndir eftir havtasku, og teir fingu havtasku uttan stórvegis hjáveiði av toski.
Hevur fiskifrøðin nakra hómin av, hvussu tað kann bera til, at toskastovnurin á Føroyabanka framvegis er so illa fyri eftir friðingar í 10 ár, nú líkt er til, at tað gongur væl betur við hýsu og toski á landgrunninum annars?
- Nei, tíverri kenna hvørki vit ella nakar annar tað endaliga svarið.Tað kunnu vera nógvar orsøkir, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.
Serblaðið um vinnu, sum er í Sosialinum í dag, setir sjóneyku á Føroyabanka, og her verða fleiri sjónarmið lýst, bæði fyri og ímóti møguligari royndarveiði á Bankanum.