Bankin útleveraði P-tal og kontonummar

Persónsupplýsingar Tá ein lesari hjá Sosialinum fyrradagin tók pengar út í einari sjálvtøku, komu bæði kontunummar og p-tal hjá viðkomandi út við kvittanini. – Hetta skurrar í oyrunum, er reaktiónin hjá Dátueftirlitinum

Rógvi Nybo


Tað er eftir øllum at døma einki mark fyri, hvussu útleveraði fólk verða í hesum døgum eftir umleggingina av KT-skipanunum hjá peningastovnunum.

Fyrst byrjaði tað við, at tá netbankin lat uppaftur eftir umleggingina, fingu fólk atgongd til konti, tey einki áttu í.

Síðani eru tað trupulleikarnir, sum fyritøkur, bókhaldarar og einstaklingar hava av at tað ikki framgongur, hvørjum flytingar koma frá, at flytingar ikki koma fram rættstundis og so framvegis.

Men nú er ein annar álvarsligur trupulleiki eisini komin fram.

Tá bankarnir hava lagt skipanirnar við sjálvtøkunum um til aðrar veitarar, eru ymsar broytingar farnar fram har, sum ikki allar eru til tað betra.


Útleverað

Tá ein lesari hjá Sosialinum fyrradagin fór í eina sjálvtøku í Havn at taka pening út, varnaðist hann, at á kvittanini stóðu bæði kontunummar og p-tal.

Við nýggju skipanini framgongur kontonummarið vanliga á kvittanini, tú fær úr sjálvtøkuni. Men nú er eisini ein nýggj funktión, har tú, umframt saldoina, eisini sær nakrar av teimum seinastu hendingunum á kontoini.

Hesin lesarin hjá Sosialinum hevði dagin fyri fingið løn frá arbeiðsgevaranum, og í tekstinum á kvittanini stendur, at løn er komin inn á kontoina. Men í tekstinum á kvittanini stendur eisini fulla p-talið hjá viðkomandi.

Hetta skelkar sjálvsagt viðkomandi, sum beinanvegin setur seg í samband við peningastovnin hjá sær.

Peningastovnarnir hava í seinastuni verið niðurringdir um bæði eitt og annað í samband við umleggingina. Tá hesin lesarin var komin í gjøgnum, gjørdist skelkurin tó fullkomin, tá svarið, hann fekk var, at hetta mátti vera ein feilur frá arbeiðsgevaranum, og at longri var tann søgan ikki.

- Hetta er skelkandi, sigur lesarin hjá Sosialinum. Tá tú tekur pengar út, biður tú ofta um eina kvittan, men tá tú hevur hugt eftir saldoini, tveitur tú ofta kvittanina vekk á staðnum. Men hugsa tær, um onkur fekk fatur á hesum – tá hevur hann bæði kontonummar og P-talið hjá mær. Tá manglar tú næstan bara at fáa loynitalið til kortið eisini, so hevur tú alt, sigur hesin skelkaði lesarin.


Ikki trygt nokk

Dátueftirlitið er tann myndugleikin, ið hevur eftirlit við allari handfaring av persónligum upplýsingum.

Tá undirritaði leggur hesar upplýsingarnar fram fyri Ingunn Eiriksdóttir, stjóra á Dátueftirlitinum, er reaktiónin ikki til at taka feil av.

- Hetta skurrar í oyrunum, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

Hon greiðir frá, at óansæð um feilurin liggur hjá arbeiðsgevara ella banka, so er hetta ikki trygt nokk.

- Persónstalið er nakað, sum ikki eigur at gerast alment kent. Tað eru strong krøv til alla handfaring av persónstølum, og at eitt persónstal soleiðis verður útleverað í einari sjálvtøku, eigur undir ongum umstøðum at koma fyri, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

Stjórin á Dátueftirlitinum staðfestir, at hetta er nakað, tey kanska fara at taka upp sjálvi á Dátueftirlitinum, men at um tað eru brúkarar, ið hava trupulleikar ella ivamál av slíkum slagi, so kunnu tey eisini klaga til Dátueftirlitið,

Tá allari umskiftingini til danskar veitarar viðvíkur, viðgongur Ingunn Eiriksdóttir, at tað hava verið nógvir trupulleikar í byrjanini av hesum skiftinum, men at tá feilirnir verða rættaðir so hvørt, er tað eitt sindur meira nøktandi, enn tað annars er við at tað eru so nógvir feilir í byrjanini.


Lovað at taka tað upp

Sosialurin hevur aftur í dag verið í samband við lesaran, sum hevði fingið bæði persónstal og kontonummar útleverað í sjálvtøkuni. Hann greiðir frá, at tá hann fór í onkra aðra sjálvtøku at vita, um skilið var tað sama har, vísti tað seg at eisini í øðrum sjálvtøkum komu bæði kontonummar og perstónstal við út.

Viðkomandi hevur aftur verið í samband við peningastovnin hjá sær seint í gjárkvøldið, og fekk tá at vita, at hetta var púra nýtt fyri teimum, og at hesin arbeiðarin lovaði henni at taka henda trupulleikan upp á hægri stað.

So verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.


[email protected]