TAÐ er at fegnast um, at Føroya Banki - Okkara Banki - klárar seg væl og hevur eitt stórt avlop teir fyrstu seks mánaðirnar í ár. Men, sum roknað varð við, tá tær stóru burturleggingarnar ímóti tapum vórðu gjørdar fyrst í nítiárunum, so fóru tær kanska at síggjast aftur í einum avlopi, tá nøkur ár vóru fráliðin.
OG so hevur verið, tí tapini gjørdust minni, enn bankastjórn og fíggjareftirlit roknaðu við, og føroyska samfelagið hevur einaferð aftur reist seg skjótari enn spátt. Men spurningurin er, hvussu nógv vit hava reist okkum aftur, og hvussu góð steinsetingin er - hvussu væl føroyska samfelagið er konsoliderað - hvussu vinnustøðan er og um vinnulívið klárar seg, ella um føroysku virkini framvegis hava hall ár um ár og hvussu hugurin er at gera íløgur í vinnuvirki.
IKKI skerst burtur, at Føroya Banki, sum í dag er nógv verdur, og er væl konsolideraður, men hevur trupult at fáa »kapitalin« til arbeiðis, tí framvegis skorta burðardyggar og vinnuførar verkætlanir.
EFTIR eini uppgerð hjá Hagstovuni herfyri, so hava flestu virkini hall, hóast virksemið skuldi verið á veg uppeftir í kjalarvørrinum frá fleiri góðum fiskiárum, sum tíverri ikki hava víst seg aftur í nóg øktari virðisøking. Men so leingi, sum vit ikki fáa meiri burtur úr tilfeinginum, men útflyta partvíst óvirkaðan fisk og partvíst bara ávegis lidna vøru, so verður torført at økja útflutningsvirðið hjá høvuðsvinnuni.
HARAFTURAT tykist sum um virksemið í tænastuvinnuni hjá høvuðsvinnuni ikki er komið upp í »umdreyningar« aftur, og nógv vinnutól verða lítið brúkt. Tí er spurningurin, um møguligt er at fáa meiri arbeiðið í øðrum vinnugreinum, smiðum, verkstøðum o.s.fr.
ÚR Noregi ljóðar, at har hava vinnuvirki so nógv at gera, at nógvar fyritøkur innan oljuvinnuna hava steðgað íløgum fyri ikki at leggja meiri brenni til upphitaða búskapin og fyri at sleppa undan at flyta inn meiri fremmanda arbeiðsmegi. So spurningurin er, um føroysk virki ikki kunnu koma inn í myndina og fáa ordrar frá norsku oljuvinnuni. Í næstum fara fleiri umboð úr landsstýrinum at vitja oljuráðstevnu í Noregi, so tá skuldu møguleikar fyri at viðgjørt møguleikar fyri vinnuligum samstarvi millum norskar og føroyskar vinnufyritøkur.