B36 royndi fyrr í dag at fáa Betrideildardystin B36-07 Vestur fluttan frá klokkan 19 til 18, so fólk kundu náa heim at síggja HM-hálvfinaluna Portugal-Føroyar. Men hinir impliseraðu partarnir vildu ikki flyta seg. Men B36 hevur tó funnið eina loysn fyri øll.
B36 skrivar á facebookvanga sínum:
- Síggj báðar dystirnar í Gundadali
Tað er ikki neyðugt at velja ímillum B36 og U21 landsliðið í kvøld, tí vit stroyma hondbóltsdystin í B36 húsinum.
Tak tvær flugur við eitt smekk. Kom í Gundadal og heppi teir hvítu í Gundadali kl 19.00. Kl.20.00 byrjar landsdysturin, men vit vita sum er, at ofta er tað serliga seinni hálvleikur sum er mest spennandi at fylgja í hondbólti, so tá vit eru liðug at heppa teir hvítu á grøna vøllinum flyta vit okkum inn í húsið og heppa á teir bláu á ljósabláa vøllinum. Ert tú ein ninja, ber til at fáa bæði fyrra hálvleik í Pólandi og seinna hálvleik í Gundadali við.
Kom og standi sterk, fyri teimum hvítu og teimum bláu, teimum í Gundadali og teimum í Sosnowiec. Skrivar B36.
##med2##