Tað er fyrstu ferð, at ein deyðadømdur fangi er avrættaður í landinum síðani 2022.
Maðurin er 34 ára gamli Takahiro Shiraishi. Hann er eisini kendur sum "Twitter-drápsmaðurin".
Í 2020 fann ein dómstólur í Tokyo hann sekan í at hava dripið og sundurlimað níggju fólk.
Ofrini høvdu hitt Shiraishi á netinum á sosialu miðlasíðuni Twitter - sum nú hevur broytt navn til X. Her vístu ofrini á, at tey høvdu sjálvmorðstankar.
Shiraishi rætti hondina út til teirra og bjóðaði sær at hjálpa teimum at doyggja.
Ofrini vóru millum 15 og 26 ár, tá tey vórðu dripin. Øll tey dripnu - undantikið eina - vóru kvinnur.
Shiraishi hevur játtað seg sekan í morðinum.
Ritzau/AFP