U21 HM: Javnt 34-34 millum Føroyar og Portugal aftaná 70 minuttir

2 x 5 minuttir longd leiktíð má til aftrat

Tað stendur á jøvnum 34-34 millum Føroyar og Portugal í U21 HM hálvfinaluni í Sosnowiec í Póllandi. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29.

 

Vit vóru í ringum skørum í hesi fyrru longdu leiktíðini. Portugal var á odda 34-32, men seinastu løtuna knógvaðu okkara tvey mál.

 

Verður tað ikki avgjørt nú aftaná 80 minuttirs spæl, so verður neyðugt við brotskastskapping.