BankNordik-nevndin lagt óneyðugt trýst á seg sjálva

Hóast virðini á partabrøvunum hjá BankNordik eru fallin við 7,23 prosentum síðsta árið og ársúrslitið fyri 2015, ið varð kunngjørt fyri tveimum vikum síðani, vísti eitt hall á 221 milliónir krónur, so metir nevnd bankans tó, at árið hilnaðist so mikið væl, at tað er upp á sítt pláss at rinda fleiri milliónir krónur í vinningsbýti.


Í kunngerðini til ársaðalfundin hjá bankanum, ið er lýstur at vera 30. mars, framgongur nevniliga, at nevndin mælir til, at tað verða útgoldnar tjúgu milliónir krónur í vinningsbýti, svarandi til tvær krónur fyri partabrævið á tjúgu krónur.


Eyðfinn Reyðberg, fyrrverandi bankastjóri og greinari, metir, at orsøkin til, at nevndin mælir til at gjalda vinningsbýti, er tí hon hevur lagt seg sjálva undir trýst.


- Nevndin í bankanum hevur lagt eitt óneyðugt trýst á seg sjálva við alla tíðina at tosa um vinningsbýti, heldur enn at tryggja bankan. Í staðin hevur hon lurta ov nógv eftir stóra danska íleggjaranum Henrik Lind og landskassanum, ið gjarna vilja hava pengar út. Tí nevndin hevur síðani Stine Bosse kom til sum forkvinna, fleiri ferðir sagt, at man skal gjalda meira í vinningsbýti og størri vinningsbýti, sigur Eyðfinn Reyðberg og leggur afturat.


- Tí virkar tað eitt sindur løgið, at man einans rindar 20 milliónir krónur í vinningsbýti nú, men tað er tí, at fyrsta endamálið hjá BankNordik ikki er at rinda vinningsbýti. Bankin hevur aðrar avbjóðingar, ið eru nógv meira týdningarmiklar, enn at rinda vinningsbýti til partaeigararnar. Harímillum at hava nokk av kapitali til tey krøv, ið eru galdandi fyri SIFI-bankar.