BankNordik: Úrslitið 192 mió kr fyrra hálvár

90 mió kr stava frá søluni av danska virkseminum. Partaeigarar fáa 700 milliónir krónur í vinningsbýti

Fyrra hálvár hjá BankNordik var serliga merkt av søluni av danska virkseminum, ið varð endaliga avhendað í juni. Virksemið hjá samtakinum stóð seg væl á øllum marknaðum í tíðarskeiðinum.

Bankin skrivar í tíðindaskrivi, at hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri.

– Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjør bóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávís óvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Bankin hevur tó sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg í kjalarvørrinum á farsóttini.

Í juni varð danska virksemið hjá BankNordik endaliga avhendað til Spar Nord, og samtakið rekur nú banka-, tryggingar-, pensjóns-, og ognarmeklaravirksemi í Føroyum umframt bankavirksemi í Grønlandi.

Tá ið BankNordik í 2010 víðkaði sítt virksemi til Danmarkar, kravdi hetta nógvan kapital, ið tá varð afturhildin frá partaeigarunum. Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankin kann tí rinda partaeigarunum peningin aftur. Sostatt ber sølan við sær, at 700 mió. kr. eftir ætlan verða goldnar partaeigarunum næstu árini. Tað svarar til 73 kr. fyri hvørt partabrævið. Umleið 6.000 føroyingar eru í dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga til samans góð 60% av bankanum.

Roknskapurin í stuttum

  • -  Úrslitið fyri skatt gjørdist 192 mió. kr. Av hesum stava 90 mió. kr. frá søluni av danska virkseminum
  • -  Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • -  Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við -2 mió. kr. í niðurskrivingum

sama tíðarskeið í 2020

  • -  Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • -  Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr.
  • -  Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr.
  • -  Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • -  Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3%
  • -  Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr.