Bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn
----

Andstøðan á løgtingi hevur í dag lagt fram uppskot á ting, ið setur bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi á privata marknaðinum.

Skotið verður upp at seta hesa grein inn í lógina um vinnuligan fiskiskap:

“Veiðiloyvi eru bert tíðaravmarkað brúksloyvi og kunnu ikki avhendast millum eigarar av fiskiførum ella til aðrar privatar ella løgfrøðiligar persónar. Skiftir fiskifar eigara, fella veiðiloyvið og øll fiskirættindi beinanvegin aftur til landið.

Tó verður gjørligt hjá loyvishavara at skifta eitt fiskifar út við annað, ið hevur somu ella minni fiskiorku, men ikki millum bólkar.

Grundgevingarnr eru m.a. hesar:

Tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi handil fer fram við veiðiloyvum og fiskirættindum í føroyska fiskiskipaflotanum.

Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum upprunaliga eru givin frá landinum til fiskifør, gerast ein privat søluvøra. Tann, ið fer úr vinnuni, fær stóran vinning, meðan tey eftirverandi fiskiførini sita við stórari og vaksandi skuld.

Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum veiðtól, verða keypt og seld fyri høgar prísir – og talan er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroyum, ið er fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á alt færri hondum.

Nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat, fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av skipum, og umvegs ymsar kreativar loysnir við at flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip, bara at vinda uppá seg.

Verður onki gjørt nú, er ongin ivi um, at rættindini til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti av rættindum við onnur lond, er endað á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum. Harvið er sjálvt ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska samfelagnum.

Løgtingið hevur samtykt, at í 2018 skal ein nýggj skipan gerast. Tí verður við hesum skotið upp at gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan fiskiskap.

Endamálið er – áðrenn tað er ov seint – at geva politisku skipanini og føroyska samfelagnum eitt skotbráð at finna semjur um eina varðandi skipan, ið kann uppfylla endamálini við føroyskum fiskivinnupolitikki.

14. mai 2012