Flogfarið hevði júst lætt sær á og skuldi til Teheran í Iran, tá flogskiparin boðaði frá teknsikum trupulleikum. Hann royndi at seta flogfarið aftur, men tað miseydnaðist, og flogfarið datt niður beint við Manas-flogvøllin í kirgisiska høvuðsstaðnum Bisjkek.
92 fólk vóru í flogfarinum, og sambært myndugleikunum í Kirgisistan sluppu bara 24 teirra frá vanlukkuni á lívi. Millum ferðafólkini vóru 17 kirgisiskir kurvabóltspælarar, og sum skilst sluppu sjey teirra livandi frá vanlukkuni. Flogskiparin og ein annar av manningini sluppu eisini frá vanlukkuni á lívi.
Sambært BBC vóru 52 iranar, 33 kirgisar, tríggir kasakstanar, tveir kanadiumenn, ein kinesari og ein turkiskur ríkisborgari í flogfarinum. Kirgisisku myndugleikarnir siga, at flogfarið, sum var av slagnu8m Boeing-737, var smíðað í 1979, og at tað var í góðum standi.