Skúlin í Hattarvík brann í grund í nátt, og øll pappírini hjá kommununi eru farin. Tað skrivaði Portalurin í morgun.
Nú hava vit fingið myndir sendandi úr Hattarvík, sum Steingrím Fuglø hevur tikið fyri okkum.
Húsið hevur seinastu árini ikki verið brúkt til skúla, tí eingi børn eru í bygdini. Hinvegin hevur húsið, sum varð bygt í 1920-unum, verður brúkt sum bygdarhús.
- Borgarstjórin hevði skrivstovu á loftinum, og har er alt farið, skrivaði Portalurin.
Eldurin er helst íkomin í nátt, tí onkur gekk fram við klokkan 22, og tá var eingin eldur.
Leivur Fuglø segði við Portalin í morgun, at hann varð purrraður út klokkan 04, og tá var takið longu dottið niður, so tað hevur gingið skjótt fyri seg.
Í Hattarvík vænta tey, at eldurin er íkomin av skammlopi.